Zíons dóttir

49 versir um "Zíons dóttir"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 3:16 Esaias

Og HARRIN sigur: Afturfyri at døtur Zion eru so hugmóðigar og ganga og fetta sær og spæla við eygunum, ganga og tita og ringla við fótringunum,

4
Esaias 3:17 Esaias

skal Harrin lata hviril døtra Zions verða fullan av skurvi, og HARRIN skal lyfta burtur av blygd teirra.

4
Esaias 3:18 Esaias

Tann dag skal Harrin taka alt stásið frá teimum: Fótringar, pannubond, hálspynt,

4
Esaias 3:19 Esaias

oyrnaperlur, armbond, slør,

4
Esaias 3:20 Esaias

høvuðpynt, fótketur, belti, luktigløs, gyklipynt,

4
Esaias 3:21 Esaias

fingraringar, nasaringar,

4
Esaias 3:22 Esaias

høgtíðarklæði, kápur, hini stóru turriklæðini, pungar,

4
Esaias 3:23 Esaias

spegl, lín, húgvur og fínslør.

4
Esaias 3:24 Esaias

Stinkur skal vera í staðin fyri góðan anga, tog í staðin fyri belti, berskøllut høvd í staðin fyri flættur, sekkjalørift í staðin fyri høgtíðarbúna, brennimerki í staðin fyri vakurleika.

4
Esaias 3:25 Esaias

Menn tínir skulu falla fyri svørði, og kappar tínir í orrustu.

4
Esaias 3:26 Esaias

Portur hennara skulu suffa og syrgja, og einslig skal hon sita á jørðini.

4
Zefanias 3:14 Zefanias

Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnað, Ísrael! Gleð og frø teg av fullum hjarta, dóttir Jerusalem!

4
Zefanias 3:15 Zefanias

HARRIN hevur tikið burt revsidómar tínar, Hann hevur ruddað burt fígginda tín! Kongur Ísraels, HARRIN, er hjá tær – tú skalt einki ilt síggja uppaftur!

4
Zefanias 3:16 Zefanias

Tann dag skal verða sagt við Jerusalem: „Óttast ikki! Zion, miss ikki mótið!

4
Zefanias 3:17 Zefanias

HARRIN Gud tín er hjá tær, hetjan, sum frelsir; Hann fegnast yvir tær við gleði, Hann tigur í kærleika Sínum, Hann frøist yvir tær við fagnaði!“

4
Zefanias 3:18 Zefanias

Tey, sum við sorg sakna høgtíðirnar, savni Eg – tey eru av tær, vanæra tyngir tey niður.

4
Zefanias 3:19 Zefanias

Tá skal Eg hava við allar teir at gera, sum hava plágað teg; Eg skal frelsa tað, ið haltar, og savna saman tað, ið burtur er rikið; og Eg skal gera tey heiðrað og navngitin um alla jørðina – har tey hava verið so vanærd.

4
Zakarias 9:9 Zakarias

Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnaðarróp, dóttir Jerusalem! Hygg, kongur tín kemur til tín! Rættvísur er Hann og fullur av frelsu, fátækur er Hann og ríður á esli, á ungum esilsfyli.

4
Ezekiel 16:8 Ezekiel

Tá gekk Eg fram á teg og sá teg, og Eg fekk at síggja, at tíð tín var komin, elskhugatíð tín; Eg breiddi kappa Mín yvir teg og fjaldi skomm tína, og Eg svór tær trúskap og gjørdi sáttmála við teg – sigur Harrin HARRIN – tú vart Mín.

3
Ezekiel 16:9 Ezekiel

So vaskaði Eg tær í vatni, skolaði blóðið av tær og salvaði teg við olju.

3
Ezekiel 16:10 Ezekiel

Eg læt teg í klæði, vovin í ymiskum litum, fekk tær skógvar av sjókúskinni at vera í, bant upp á teg fínt høvuðlín og sveipaði teg í silki.

3
Ezekiel 16:11 Ezekiel

Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín.

3
Ezekiel 16:12 Ezekiel

Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt.

3
Ezekiel 16:13 Ezekiel

Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning.

3
Zakarias 2:10 Zakarias

Upp, upp – flýggið úr Norðurlandi – sigur HARRIN – tí Eg havi spjatt tykkum í allar ættir! – sigur HARRIN.

3
Sorgarsongirnir 1:1 Sorgarsongirnir

Sum hon situr eina, staðurin,* ið áður var so fjølbygdur! Hon er vorðin sum einkja; hin stóra millum tjóðirnar, fúrstafrúin í londunum, er vorðin trælkvinna.

2
Sorgarsongirnir 1:2 Sorgarsongirnir

Hon grætur so sáran um næturnar, og tárini renna henni á kinn; troystara hevur hon ongan millum allar ástvinir sínar; allir vinir hennara eru vorðnir henni trúleysir, teir eru vorðnir fíggindar hennara.

2
Sorgarsongirnir 1:3 Sorgarsongirnir

Í útlegd er Juda farið, eftir trongd og stóra møði; tað býr millum heidningarnar, hevur onga hvílu funnið; allir atsóknarmenn tess hava fingið tað aftur á trongum støðum.

2
Sorgarsongirnir 1:4 Sorgarsongirnir

Vegirnir til Zion syrgja, við tað at eingin kemur til hátíðirnar; øll portrini har eru oyðin, prestarnir har suffa, moyggjarnar eru sorgarbundnar har, og sjálvt hevur tað beiska sorg.

2
Sorgarsongirnir 1:5 Sorgarsongirnir

Tað hevur fingið óvinir sínar til harrar, fíggindar tess sita í trygd; tí HARRIN hevur lagt sorg á tað, aftur fyri at tað hevur syndað so nógv; hini smáu børn tess hevur fíggindin herleitt.

2
Sorgarsongirnir 1:6 Sorgarsongirnir

Burtur svann frá dóttur Zion øll dýrd hennara; høvdingar hennara vórðu líkir hjørtum, ið einki gras finna; teir gingu har máttleysir fyri eygum atsóknarmanna.

2
Sorgarsongirnir 1:7 Sorgarsongirnir

Í hesi neyðartíð síni, nú hon er í útlegd, minnist Jerusalem alla dýrdina, hon hevði í fornum døgum; táið fólk hennara fall fyri hond fíggindans, og hon ongan hjálparmann hevði, sóu fíggindarnir hana, og teir høvdu frægd av tí, sum hon hevði mist.

2
Sorgarsongirnir 1:8 Sorgarsongirnir

Stórliga hevur Jerusalem syndað; tí er hon vorðin andstygd; allir teir, ið heiðraðu hana, vanvirða hana, tí teir sóu skomm hennara; sjálv suffaði hon og vendi sær burtur.

2
Sorgarsongirnir 1:9 Sorgarsongirnir

Klædnafaldur hennara er dálkaður av óreinsku hennara; hon hugsaði ikki um, hvat endin fór at verða av henni; tí varð fall hennara so ræðuligt, eingin troystaði hana. – HARRI, hygg neyð mín! Fíggindin ger seg stóran.

2
Sorgarsongirnir 1:10 Sorgarsongirnir

Fíggindin rætti út hondina eftir øllum dýrabørum, ið hon átti, ja, inn í halgidóm sín sá hon heidningarnar koma, teir, ið Tú hevði forboðið at koma í samkomu Tína.

2
Sorgarsongirnir 1:11 Sorgarsongirnir

Alt fólk hennara suffar og leitar eftir breyði; tað av dýrabørum, ið tey eiga, lata tey fyri mat at uppihalda lívinum við. – Hygg, HARRI, hygg, hvussu vanvird eg eri vorðin!

2
Sorgarsongirnir 1:12 Sorgarsongirnir

Gongur hetta tykkum ikki at hjarta, øll tit, ið ganga framvið eftir vegnum? Hyggið, og vitið, um slík plága finst sum plágan, ið mær er vold, hon, ið HARRIN hevur volt mær sorg við, tann dag vreiði Hansara brann!

2
Sorgarsongirnir 1:13 Sorgarsongirnir

Av hæddini sendi Hann eld í bein míni og forkom teimum; Hann legði net fyri føtur mínar, Hann rak meg aftur, legði meg í oyði, gjørdi meg sjúka bæði dag og nátt.

2
Sorgarsongirnir 1:14 Sorgarsongirnir

Hond Hansara hevur knýtt saman syndir mínar til ok; samanbundnar eru tær lagdar á háls mín, Hann hevur tikið máttin frá mær; Harrin hevur givið meg í hendur teirra, sum eg ikki eri ment at standa ímóti.

2
Sorgarsongirnir 1:15 Sorgarsongirnir

Harrin vrakaði allar kapparnar, ið hjá mær funnust, Hann stevndi saman móti mær fólkaskara til at sora ungu menn mínar; Harrin tróð persuna til dóm yvir moyggina, dóttur Juda.

2
Sorgarsongirnir 1:16 Sorgarsongirnir

Um hetta gráti eg; eyga mítt, eyga mítt rennur burtur í vatni, tí langt frá mær er troystarin, ið lívga kundi sál mína; børn míni eru oydd – tí fíggindin gjørdist ov sterkur.

2
Sorgarsongirnir 1:17 Sorgarsongirnir

Zion rættir út hendur sínar, tað hevur ongan troystara; HARRIN hevur stevnt saman móti Jákupi fíggindum hansara rundan um hann; Jerusalem er vorðin andstygd millum teirra.

2
Sorgarsongirnir 1:18 Sorgarsongirnir

HARRIN er rættvísur – tí eg stóð boðum Hansara ímóti. Hoyrið, øll fólk – hyggið kvøl mín! Moyggjar mínar og ungu menn mínir fóru burtur herleidd.

2
Sorgarsongirnir 1:19 Sorgarsongirnir

Eg rópti eftir ástvinum mínum, men teir sviku meg. Prestar mínir og hinir elstu mínir góvu upp andan í býnum, táið teir leitaðu eftir mati at uppihalda lívinum við.

2
Sorgarsongirnir 1:20 Sorgarsongirnir

Hygg, HARRI, hvussu eg eri í neyð! Tað kókar innan í mær, hjartað vendir sær í brósti mínum – tí eg var ólýðin; uttanfyri hevur svørðið gjørt meg barnleysa, innanfyri er tað sum deyðin.

2
Sorgarsongirnir 1:21 Sorgarsongirnir

Teir hoyrdu, at eg suffaði, men har var eingin, ið troystaði meg; allir fíggindar mínir frættu um vanlukku mína, og teir vórðu glaðir um, at Tú hevur gjørt hetta. – Men Tú letur koma ein dag, ið Tú hevur boðað frá, og tá skulu teir verða sum eg!

2
Sorgarsongirnir 1:22 Sorgarsongirnir

Lat allan óndskap teirra koma fyri ásjón Tína, og ger við teir, sum Tú hevur gjørt við meg til straff fyri allar syndir mínar! Tí suff míni eru mong, og hjarta mítt er sjúkt.

2
Zakarias 9:10 Zakarias

Eg skal oyða vagnarnar úr Efra’im og hestarnar úr Jerusalem; allir herbogar skulu oyðast. Hann skal tala frið til tjóðirnar, og harradømi Hansara skal náa frá havi til hav og frá ánni til endar jarðarinnar.

2
Matteus 21:5 Matteus

„Sigið við dóttur Zion: „Hygg, kongur tín kemur til tín, spakførur og ríðandi á ásni, á fyli trældýrsins!““

2