ymisk stig í helviti

6 versir um "ymisk stig í helviti"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 10:15 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Sodoma- og Gomorralandi skal gangast frægari dómsdagin enn tí býi.

2
Lukas 12:47 Lukas

Men tann tænari, ið hevur vitað vilja Harra síns, og hevur ikki gjørt í stand ella sett í verk tað, sum Hann vildi, hann skal fáa nógv sløg.

2
Lukas 12:48 Lukas

Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri.

2
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið

Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.

2
Opinberingin 20:10 Opinberingin

Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.

2
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

2