vongir
32 versir um "vongir"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 17:8 Sálmarnir
Varðveit meg sum eygnastein Tín, fjal meg í veingjaskugga Tínum
Opinberingin 12:14 Opinberingin
Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins.
Rutt 2:12 Rutt
HARRIN løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá HARRANUM Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!“
Zakarias 5:9 Zakarias
Táið eg nú hugdi upp aftur, fekk eg at síggja tvær kvinnur, ið komu har, og vindur var undir veingjum teirra – tí tær høvdu veingir sum storkaveingir; tær lyftu efumálið upp millum jørð og himmal.
Esaias 6:2 Esaias
Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
Lukas 13:34 Lukas
Jerusalem, Jerusalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.
Onnur Mósebók 25:20 Onnur Mósebók
Kerúbarnir skulu halda veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjala náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra skulu venda hvørt ímóti øðrum; niður ímóti náðistólinum skulu andlit kerúbanna venda.
Ezekiel 10:1 Ezekiel
Nú fekk eg at síggja, at á hvølvinum, ið var yvir høvdi kerúbanna, var nakað, ið tyktist at vera safirsteinur, nakað, ið líktist hásæti; Hann* sást yvir teimum.
Ezekiel 10:2 Ezekiel
Hann segði við mannin, sum var í línklæðum: „Far inn ímillum hjólini, inn undir kerúbarnar, og tak upp í fullar nevarnar av glóðunum, ið eru millum kerúbarnar – stroy tær út yvir staðin!“ Og eg sá hann fara inn.
Ezekiel 10:3 Ezekiel
Kerúbarnir stóðu høgrumegin húsið, táið maðurin fór inn, og skýggið fylti Innara Forgarð.
Ezekiel 10:4 Ezekiel
Men dýrd HARRANS lyfti sær av kerúbunum og flutti seg yvir at útgátt húsins; húsið fyltist av skýnum, og forgarðurin varð fullur av skini dýrdar HARRANS.
Ezekiel 10:5 Ezekiel
Ljóðið av veingjum kerúbanna hoyrdist líka út í Ytra Forgarð – líkt rødd Guds hins Alvalda, táið Hann talar.
Ezekiel 10:6 Ezekiel
Táið Hann nú gav manninum, sum í línklæðum var, hetta boð: „Tak av eldinum, ið er millum hjólini, millum kerúbarnar!“ fór hann inn og stóð hjá einum hjólinum.
Ezekiel 10:7 Ezekiel
Tá rætti kerúburin út hondina millum kerúbarnar at eldinum, ið millum kerúbarnar var, og tók av honum og fekk hinum línklædda manninum í hendurnar; og hann tók tað og fór út.
Ezekiel 10:8 Ezekiel
Men á kerúbunum var nakað at síggja, sum líktist menniskjahond – undir veingjum teirra.
Ezekiel 10:9 Ezekiel
Og eg fekk at síggja, at fýra hjól stóðu hjá kerúbunum, eitt hjól hjá hvørjum kerúbi; hjólini vóru sum krýsolit at síggja.
Ezekiel 10:10 Ezekiel
Tey sóu líka út øll fýra, og tað var, sum eitt hjólið hevði verið innan í øðrum.
Ezekiel 10:11 Ezekiel
Táið teir gingu, gingu teir í allar fýra ættir; teir vendu sær ikki, táið teir gingu; nei, teir gingu í ta ætt, sum høvdið vendi; teir vendu sær ikki, táið teir gingu.
Ezekiel 10:12 Ezekiel
Alt likam teirra var fult av eygum allastaðni – bak, hendur og veingir – somuleiðis hjólini; tí teir høvdu hvør sítt hjól.
Ezekiel 10:13 Ezekiel
Og viðvíkjandi hjólunum – á tey varð rópt, so eg hoyrdi: „Á hjól!“
Ezekiel 10:14 Ezekiel
Teir høvdu fýra andlit hvør; hin fyrsti hevði andlit sum kerúbur, hin annar sum menniskja, hin triði sum leyva, og hin fjórði sum ørn.
Ezekiel 10:15 Ezekiel
Og kerúbarnir lyftu sær upp; tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð við Kebará.
Ezekiel 10:16 Ezekiel
Táið kerúbarnir gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið kerúbarnir breiddu út veingirnar at lyfta sær upp frá jørðini, skiltu hjólini seg ikki frá teimum.
Ezekiel 10:17 Ezekiel
Táið kerúbarnir stóðu, stóðu tey við, og táið kerúbarnir lyftu sær upp, lyftu tey sær við teimum; tí andi hinna livandi veranna var í teimum.
Ezekiel 10:18 Ezekiel
Nú flutti dýrd HARRANS seg burtur frá útgátt húsins og varð standandi yvir kerúbunum.
Ezekiel 10:19 Ezekiel
Og eg sá, hvussu kerúbarnir breiddu út veingirnar og lyftu sær upp frá jørðini, táið teir fóru út, og hjólini við teimum; teir vórðu standandi uttan fyri Eysturportur hús HARRANS. Dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum.
Ezekiel 10:20 Ezekiel
Tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð undir Gudi Ísraels við Kebará; eg dugdi at síggja, at tað vóru kerúbar.
Ezekiel 10:21 Ezekiel
Teir høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir; og nakað, ið sá út sum menniskjahendur, var undir veingjum teirra.
Ezekiel 10:22 Ezekiel
Andlit teirra líktust andlitunum, ið eg hevði sæð við Kebará. – Soleiðis sóu teir út, og soleiðis vóru teir. Teir gingu allir beint fram.
Opinberingin 4:8 Opinberingin
Hinar fýra verurnar høvdu seks veingir hvør, og rundan um og innan vóru tær fullar av eygum. Hvørki dag ella nátt geva tær uppat at siga: „Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin Gud, hin Alvaldi, Hann, sum var, sum er, og sum kemur!“