vælkomin heim
65 versir um "vælkomin heim"
Versir
Síða 1 av 2Opinberingin 3:20 Opinberingin
Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.
Fyrra Pætursbrævið 4:9 Fyrra Pætursbrævið
Verið gestablíð hvørt við annað uttan at meinskast!
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Rómverjabrævið 15:7 Rómverjabrævið
Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!
Orðtøkini 16:31 Orðtøkini
Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.
Matteus 25:23 Matteus
Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“
Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Lukas 19:1 Lukas
So kom Hann inn í Jeriko og fór ígjøgnum býin.
Lukas 19:2 Lukas
Har var maður, ið æt Zakeus; hann var yvirtollari og ríkur maður.
Lukas 19:3 Lukas
Hann royndi at fáa at síggja, hvør ið var Jesus, men kundi ikki fyri fólkinum, tí hann var lítil av vøkstri.
Lukas 19:4 Lukas
Tá rann hann frammanundan og kleiv upp í morberjatræ fyri at fáa Hann at síggja; tí Hann skuldi koma framvið har.
Lukas 19:5 Lukas
Táið nú Jesus kom hagar, hugdi Hann upp og sá hann; og Hann segði við hann: „Zakeus, skunda tær og kom niður! Í dag skal Eg vera til hús hjá tær.“
Lukas 19:6 Lukas
Hann skundaði sær tá og kom niður og tók ímóti Honum við gleði.
Lukas 19:7 Lukas
Táið tey sóu hetta, knarraðu tey øll og søgdu: „Hann er farin inn at gista hjá syndigum manni!“
Lukas 19:8 Lukas
Men Zakeus steig fram og segði við Harran: „Harri, helvtina av tí, sum eg eigi, gevi eg fátækum, og havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!“
Lukas 19:9 Lukas
Tá segði Jesus um hann: „Í dag er frelsa komin yvir hetta hús, við tað at eisini hann er sonur Ábraham.
Lukas 19:10 Lukas
Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.“
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið
Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Titusarbrævið 2:1 Titusarbrævið
Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru:
Titusarbrævið 2:2 Titusarbrævið
At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í tolinum;
Titusarbrævið 2:3 Titusarbrævið
at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heilagum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er,
Titusarbrævið 2:4 Titusarbrævið
so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni,
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!
Titusarbrævið 2:6 Titusarbrævið
Áminn somuleiðis hinar ungu menn at hava sámiligan atburð,
Titusarbrævið 2:7 Titusarbrævið
og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru,
Titusarbrævið 2:8 Titusarbrævið
heilnæma, ólastandi talu, so mótstøðumaðurin verður til skammar, við tað at hann einki ilt hevur at siga um okkum!
Titusarbrævið 2:9 Titusarbrævið
Áminn trælir at vera teirra egnu harrum undirgivnar, at vera teimum til vildar á allan hátt, ikki siga ímóti,
Titusarbrævið 2:10 Titusarbrævið
ikki vera ótrúgv, men vísa allan góðan trúskap, so tey á allan hátt kunnu prýða læru Guds, Frelsara okkara!
Titusarbrævið 2:11 Titusarbrævið
Tí náði Guds er opinberað, øllum menniskjum til frelsu,
Titusarbrævið 2:12 Titusarbrævið
og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er,
Titusarbrævið 2:13 Titusarbrævið
meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists,
Titusarbrævið 2:14 Titusarbrævið
sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk.
Titusarbrævið 2:15 Titusarbrævið
Tala hetta og áminn og revsa við øllum myndugleika – lat ongan vanvirða teg!
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið
Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa;
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí vita vit, at vit kenna Hann – av, at vit halda boð Hansara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur: „Eg kenni Hann!“ – og heldur ikki boð Hansara – hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið heldur orð Hansara, í honum er av sonnum kærleiki Guds vorðin fullkomin. – Av hesum vita vit, at vit eru í Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Tað er ikki nýtt boð, eg skrivi tykkum, men gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi. Hitt gamla boðið er orðið, ið tit hava hoyrt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og tó er tað nýtt boð, eg skrivi tykkum, og tað er satt, í Honum og í tykkum; tí myrkrið víkur burt, og hitt sanna ljós skínur longu.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur seg vera í ljósinum – og hatar bróður sín – er í myrkrinum enn.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:11 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hatar bróður sín, er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:12 Fyrra Jóhannesarbrævið
Eg skrivi til tykkara, børn míni, tí syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns Hansara skuld.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:13 Fyrra Jóhannesarbrævið
Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, tí tit hava sigrað hin illa. Eg havi skrivað til tykkara, børn míni, tí tit kenna Faðirin.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, tí tit eru sterk, orð Guds verður verandi í tykkum, og tit hava sigrað hin illa.