vøkstur í kirkjuni
42 versir um "vøkstur í kirkjuni"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 2:47 Ápostlasøgan
tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.
Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið
fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,
Ápostlasøgan 9:31 Ápostlasøgan
Samkoman hevði nú frið um alt Judea, Galilea og Samaria; hon varð uppbygd og livdi í ótta Harrans og vaks við hjálp Heilaga Andans.
Jóhannes 12:32 Jóhannes
Og táið Eg verði lyftur upp frá jørðini, skal Eg draga øll til Mín.“
Fyrra Korintbrævið 3:11 Fyrra Korintbrævið
Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.
Sálmarnir 40:3 Sálmarnir
Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst.
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.
Ápostlasøgan 20:20 Ápostlasøgan
Tit vita, at eg havi ikki hildið aftur nakað av tí, sum tykkum kundi vera til gagn, men kunngjørdi tykkum tað, bæði á samkomum og í húsunum.
Ápostlasøgan 20:21 Ápostlasøgan
Eg vitnaði bæði fyri Jødum og Grikkum um umvendingina til Gud og trúnna á Harra okkara Jesus Kristus.
Ápostlasøgan 20:22 Ápostlasøgan
Og nú – bundin í andanum fari eg til Jerusalem – og veit ikki, hvat har skal møta mær,
Ápostlasøgan 20:23 Ápostlasøgan
bert, at Heilagi Andin í hvørjum býi vitnar fyri mær og sigur, at bond og trongdir bíða mær.
Ápostlasøgan 20:24 Ápostlasøgan
Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi – at vitna um náðievangelium Guds.
Ápostlasøgan 20:25 Ápostlasøgan
Og nú – eg veit, at tit fáa ikki andlit mítt at síggja aftur, øll tit, sum eg gekk ímillum og prædikaði ríkið.
Ápostlasøgan 20:26 Ápostlasøgan
Eg vitni tí fyri tykkum henda dag, at eg eri reinur fyri blóð alra.
Ápostlasøgan 20:27 Ápostlasøgan
Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds.
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Ápostlasøgan 20:29 Ápostlasøgan
Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum.
Ápostlasøgan 20:30 Ápostlasøgan
Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær.
Ápostlasøgan 20:31 Ápostlasøgan
Vakið tí, og minnist til, at í trý ár havi eg ikki givið uppat, nátt og dag at áminna ein og hvønn við tárum!
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Galatiabrævið 5:17 Galatiabrævið
Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Galatiabrævið 5:24 Galatiabrævið
Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
Galatiabrævið 5:25 Galatiabrævið
Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
Galatiabrævið 5:26 Galatiabrævið
Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi!
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið
so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.
Seinna Timoteusarbrævið 4:1 Seinna Timoteusarbrævið
Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara:
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Seinna Timoteusarbrævið 4:5 Seinna Timoteusarbrævið
Men ver tú edrúur í øllum, líð ilt, ger verk evangelists, fullfør tænastu tína!
Titusarbrævið 1:5 Titusarbrævið
Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær,