vøkstur

16 versir um "vøkstur"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Pætursbrævið 3:18 Seinna Pætursbrævið

nei, vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists! Honum veri dýrdin, bæði nú og í allar ævir! Amen.

5
Fyrra Timoteusarbrævið 4:15 Fyrra Timoteusarbrævið

Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber!

4
Hebrearabrævið 5:12 Hebrearabrævið

Tí hóast tit – eftir tíðini – áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat.

3
Hebrearabrævið 5:13 Hebrearabrævið

Eingin, sum fær mjólk, er førur fyri at skilja orð rættferðar – hann er jú barn.

3
Hebrearabrævið 5:14 Hebrearabrævið

Men maturin er fyri hini fullkomnu, tey, sum við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt.

3
Hebrearabrævið 6:1 Hebrearabrævið

Latið okkum tí leypa um hinar fyrstu grundir í læruni um Kristus og ganga fram til hitt fullkomna, so vit ikki aftur leggja grundvøllin við umvending frá deyðum verkum og trúgv á Gud,

3
Job 8:7 Job

og lukka tín í teirri farnu tíð skal tykjast lítil móti lukku tíni í komandi tíð – hon skal vera sára stór.

2
Rómverjabrævið 5:2 Rómverjabrævið

Við Honum hava vit eisini fingið atgongd í trúnni til hesa náði, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um dýrd Guds.

2
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið

Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,

2
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið

tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –

2
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið

og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.

2
Rómverjabrævið 5:6 Rómverjabrævið

Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, táið tíðin var komin, fyri gudleys.

2
Seinna Korintbrævið 13:5 Seinna Korintbrævið

Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina!

2
Seinna Korintbrævið 13:6 Seinna Korintbrævið

Men eg vóni, at tit skulu fáa at kenna, at vit eru ikki teir, sum ikki standa royndina.

2
Seinna Korintbrævið 13:7 Seinna Korintbrævið

Men vit biðja til Gud, at tit skulu einki ilt gera – ikki fyri at síggjast skal, at vit standa royndina, men fyri at tit skulu gera hitt góða; síðani mugu vit gjarna vera sum teir, ið ikki standa royndina.

2
Filippibrævið 1:9 Filippibrævið

Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti,

2