vitnisburðir
10 versir um "vitnisburðir"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið
nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta
Sálmarnir 145:4 Sálmarnir
Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni.
Sálmarnir 145:5 Sálmarnir
Dýrd og heiður hátignar Tínar og undurverk Tíni grundi eg á.
Sálmarnir 145:6 Sálmarnir
Um sterku og øgiligu verk Tíni skulu tey* tala, og um stórverk Tíni skal eg vitna;
Sálmarnir 145:7 Sálmarnir
tey minna um ríku miskunn Tína og syngja av gleði um rættvísi Tína.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við – tað er Orð lívsins, vit tala um.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Lívið varð opinberað, og vit hava sæð tað; og vit vitna og kunngera tykkum lívið, hitt æviga, sum var hjá Faðirinum og varð opinberað okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
– Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
– Hetta skriva vit tykkum, fyri at gleði tykkara kann vera fullkomin.
Lukas 12:8 Lukas
Men Eg sigi tykkum: Hvønn tann, ið kennist við Meg fyri menniskjum, skal eisini Menniskjasonurin kennast við fyri einglum Guds.