vitni

19 versir um "vitni"

Versir

Síða 1 av 1
Fimta Mósebók 19:15 Fimta Mósebók

Ikki má bert eitt vitni stíga fram móti manni, táið tað viðvíkur nakrari misgerð ella synd – tað veri nú hvør synd, ið tað vera vil, ið hann hevur gjørt; eftir tí, sum tvey ella trý vitni siga, skal mál gerast av.

8
Fimta Mósebók 19:16 Fimta Mósebók

Táið órættvíst vitni stígur fram móti onkrum og vitnar móti honum um misbrot,

8
Fimta Mósebók 19:17 Fimta Mósebók

skulu báðir teir, ið hava mál hvør við annan, stíga fram fyri ásjón HARRANS, fyri prestarnar og dómararnar, ið tá eru;

8
Fimta Mósebók 19:18 Fimta Mósebók

og dómararnir skulu granska málið gjølla; er tá vitnið lygivitni, hevur hann vitnað rangt móti bróður sínum,

8
Fimta Mósebók 19:19 Fimta Mósebók

so skulu tit gera við hann, sum hann hevði ætlað at gera við bróður sín. Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda frá tær –

8
Fimta Mósebók 19:20 Fimta Mósebók

so hini kunnu fáa tað at hoyra og óttast, so tey gera ikki slíka illgerð uppaftur millum tykkara.

8
Fimta Mósebók 19:21 Fimta Mósebók

Tú mást ongan spara: Lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót!“

8
Matteus 18:15 Matteus

Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.

6
Matteus 18:16 Matteus

Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!

6
Matteus 18:17 Matteus

Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.

6
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

5
Hebrearabrævið 12:1 Hebrearabrævið

Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,

5
Sálmarnir 66:16 Sálmarnir

Komið og hoyrið, øll tit, ið óttast Gud! Eg skal siga frá tí, ið Hann hevur gjørt fyri sál mína.

3
Esaias 6:8 Esaias

So hoyrdi eg HARRAN siga: „Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?“ Og eg svaraði: „Her eri eg – send meg!“

2
Jóhannes 13:35 Jóhannes

Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“

2
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan

Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“

2
Ápostlasøgan 4:20 Ápostlasøgan

Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!“

2
Kolossibrævið 4:6 Kolossibrævið

Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!

2
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta

2