Vísindi
37 versir um "Vísindi"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 111:2 Sálmarnir
Stór eru verk HARRANS; øll, sum hava gleði sína í teimum, grunda á tey.
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Job 26:7 Job
Hann breiðir norðrið út yvir hitt tóma og heingir jørðina á einki.
Job 38:4 Job
Hvar vart tú, táið Eg legði grundvøll jarðarinnar! Sig tað, um tú ert so klókur!
Job 38:5 Job
Hvør setti mál hennara! – Tú veitst tað jú! – Hvør spenti málisnøri yvir hana!
Job 38:6 Job
Hvar vórðu stólpar hennara slignir niður! Hvør legði hornstein hennara
Job 38:7 Job
– meðan allar morgunstjørnur frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði!
Job 38:8 Job
Hvør stongdi fyri havinum við portrum, táið tað breyt seg fram og gekk út úr móðurfangi,
Job 38:9 Job
táið Eg gav tí skýggið til klædning og myrka toku til sveip,
Job 38:10 Job
táið Eg setti tí mark, setti sláir og hurðar
Job 38:11 Job
og segði: „Higar, og ikki longur! Her skulu stoltu bylgjur tínar leggjast!“
Job 38:12 Job
Hevur tú nakrantíð kallað morgunin fram! Hevur tú víst morgunroðanum stað hansara,
Job 38:13 Job
so hann fevndi um endar jarðarinnar, og hini gudleysu vórðu rist burtur av henni!
Job 38:14 Job
Tá broytist jørðin sum leir undir innsigli, fær lit, sum hon hevði verið klædningur;
Job 38:15 Job
og ljós hinna gudleysu* verður frá teimum tikið, hin upplyfti armurin sundurbrotin.
Job 38:16 Job
Manst tú hava verið við keldur havsins, og manst tú hava gingið á avgrundarbotninum!
Job 38:17 Job
Hava portur deyðans víst seg fyri tær, og hevur tú sæð portur deyðaskuggans!
Job 38:18 Job
Hevur tú skoðað út yvir víddir jarðarinnar! – Veitst tú alt hetta, so sig tað!
Job 38:19 Job
Hvar er vegurin, hagar ljósið býr, og hvar hevur myrkrið heim sítt!
Job 38:20 Job
– so tú kundi farið eftir teimum og fingið tey til ríki teirra og á leiðina til bústað teirra!
Job 38:21 Job
– Víst veitst tú tað, tí tá vart tú jú føddur, og stórt er dagatal títt!
Job 38:22 Job
Hevur tú verið, har sum kavin verður goymdur, og hevur tú sæð goymslur heglingsins,
Job 38:23 Job
sum Eg havi til at taka á heimsøkingartíðum, á orrustu- og ófriðardøgum!
Job 38:24 Job
Hvørja leið fer ljósið, táið tað skilir seg sundur, og eystanvindurin, táið hann spjaðir seg yvir jørðina!
Job 38:25 Job
Hvør opnaði regninum rennu og snarljósinum veg
Job 38:26 Job
– til at lata regna yvir oyðið land, yvir oyðimørk, har einki menniskja býr,
Job 38:27 Job
til at metta oyðimørk og oyðið land og fáa gras at grógva, har sum fyrr var bert!
Job 38:28 Job
Man regnið hava faðir! Hvør er faðir døggdropanna!
Job 38:29 Job
Hvørjum móðurfangi kom ísurin úr! Og rím himmalsins, hvør føddi tað!
Job 38:30 Job
Vatnið verður hart sum grót, og havið stívnar omaná.
Sálmarnir 104:5 Sálmarnir
Tú festi jørðina á grundvøllir hennara, hon vikast ikki í allar ævir.
Orðtøkini 14:15 Orðtøkini
Hin fávitskuti trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.
Esaias 40:12 Esaias
Hvør hevur mált vøtnini í lógvanum, spannað himmalin, mált dust jarðarinnar í skeppumáli og vigað fjøll á bismara og heyggjar á vektskálum?
Esaias 40:22 Esaias
Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Kolossibrævið 1:17 Kolossibrævið
Hann er framman undan øllum, og í Honum er tað, alt er standandi.
Hebrearabrævið 3:4 Hebrearabrævið
Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.