vís ráðgeving

36 versir um "vís ráðgeving"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 12:15 Orðtøkini

Vegur dárans er beinur í hansara egnu eygum, men tann, ið lurtar eftir ráðum, er vísur.

5
Orðtøkini 11:14 Orðtøkini

Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.

4
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini

Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.

3
Orðtøkini 19:20 Orðtøkini

Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!

3
Orðtøkini 24:6 Orðtøkini

Tú skalt søkja tær góð ráð, táið tú fert í bardaga; tí har sum nógvir ráðgevarar eru, har er frelsa.

3
Fyrra Kongabók 12:6 Fyrra Kongabók

Rehabeam kongur ráðførdi seg nú við hinar gomlu, sum høvdu staðið í tænastu hjá Sálomo, faðir hansara, táið hann livdi; hann spurdi teir: „Hvat ráða tit mær at svara hesum fólki?“

2
Fyrra Kongabók 12:7 Fyrra Kongabók

Teir svaraðu honum: „Um tú í dag ert hesum fólki til vildar, gert, sum teir siga við teg, og svarar teimum við góðum orðum, so verða teir tænarar tínir allar dagar.“

2
Fyrra Kongabók 12:8 Fyrra Kongabók

Men hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu løgdu honum, men ráðførdi seg við teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, og sum nú stóðu í tænastu hjá honum.

2
Fyrra Kongabók 12:9 Fyrra Kongabók

Hann spurdi teir: „Hvat ráða tit okkum at svara hesum fólki, ið hevur sagt við meg: „Lætt um okið, ið faðir tín legði á okkum!““

2
Fyrra Kongabók 12:10 Fyrra Kongabók

Teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, svaraðu honum: „So skalt tú siga við hetta fólk, sum segði við teg: „Faðir tín gjørdi ok okkara svárt, men lætt tú okkum um tað!“ – so skalt tú siga við teir: „Lítlifingur mín er tjúkkari enn lendar faðirs míns!

2
Fyrra Kongabók 12:11 Fyrra Kongabók

Hevur nú pápi lagt svárt ok á tykkum, so skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, so skal eg revsa tykkum við skorpiónum!““

2
Fyrra Kongabók 12:12 Fyrra Kongabók

Jeroboam og alt fólkið komu nú til Rehabeam triðja dagin – sum kongurin hevði sagt: „Komið aftur til mín um tríggjar dagar!“

2
Fyrra Kongabók 12:13 Fyrra Kongabók

Og tá gav kongurin fólkinum hart svar; hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu høvdu lagt honum,

2
Fyrra Kongabók 12:14 Fyrra Kongabók

men svaraði teimum, sum teir ungu høvdu rátt til: „Hevur pápi gjørt ok tykkara svárt, so skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, so skal eg revsa tykkum við skorpiónum!“

2
Fyrra Kongabók 12:15 Fyrra Kongabók

– Kongurin lurtaði tá ikki eftir fólkinum – HARRIN beindi tað so, fyri at orð Hansara skuldi ganga út, tað, ið HARRIN við Ahia úr Silo hevði talað við Jeroboam, son Nebat.

2
Fyrra Kongabók 12:16 Fyrra Kongabók

Táið nú alt Ísrael sá, at kongurin lurtaði ikki eftir teimum, svaraði fólkið konginum hetta: „Hvønn lut eiga vit í Dávidi! Vit hava ongan part í syni Ísai! Til tjøld tíni, Ísrael! Síggj nú sjálvur til hús títt, Dávid!“ So fór alt Ísrael heimaftur.

2
Fyrra Kongabók 12:17 Fyrra Kongabók

Men yvir teimum Ísraelsmonnum, sum búðu í býunum í Juda, yvir teimum varð Rehabeam kongur.

2
Fyrra Kongabók 12:18 Fyrra Kongabók

Tá sendi Rehabeam kongur Adoram – hann, ið var yvir pliktarbeiðsmonnunum – út til teirra; men alt Ísrael steinaði hann til deyða, og Rehabeam kongur sjálvur noyddist at skunda sær upp í vagn sín og flýggja til Jerusalem.

2
Fyrra Kongabók 12:19 Fyrra Kongabók

Soleiðis fall Ísrael frá húsi Dávids – og so hevur verið til henda dag.

2
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

2
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir

men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!

2
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir

Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.

2
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir

So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.

2
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir

Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.

2
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir

Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.

2
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

2
Orðtøkini 1:5 Orðtøkini

Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.

2
Orðtøkini 1:7 Orðtøkini

At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.

2
Orðtøkini 4:13 Orðtøkini

Halt fast í tyktina, slepp henni ikki, varða hana, tí hon er lív títt!

2
Orðtøkini 13:10 Orðtøkini

Við hugmóði voldir ein einki uttan split, men vísdómur er hjá teimum, ið taka við ráðum.

2
Orðtøkini 19:21 Orðtøkini

Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur.

2
Orðtøkini 20:18 Orðtøkini

Ætlanir fáa framgongd við ráðlegging; søk tær góð ráð, táið tú fert í bardaga!

2
Orðtøkini 28:26 Orðtøkini

Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.

2
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið

Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

2
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið

Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

2