virkin deyðshjálp

16 versir um "virkin deyðshjálp"

Versir

Síða 1 av 1
Prædikarin 7:17 Prædikarin

Ver ikki ov gudleysur, og ver ikki dári! – Hví vilt tú doyggja fyri tíðina?

11
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

9
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

9
Prædikarin 3:1 Prædikarin

Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína.

7
Prædikarin 3:2 Prædikarin

At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína;

7
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

6
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók

Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.

4
Prædikarin 8:8 Prædikarin

Einki menniskja hevur vald á vindinum, so hann kann halda honum aftur, og líka lítið er nakar harri yvir deyðadeginum; bardaganum kann eingin sleppa sær undan, og gudloysi bjargar ikki honum, ið fremur tað.

4
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?

4
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið

Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.

4
Prædikarin 3:3 Prædikarin

at drepa hevur tíð sína, og at grøða hevur tíð sína; at ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína;

2
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið

Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,

2
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið

tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –

2
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið

og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.

2
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið

Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.

2
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið

Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –

2