vínvøllir
33 versir um "vínvøllir"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 5:1 Esaias
Eg skal syngja song um vin mín, kærleikssong um víngarð Hansara. – Vinur mín hevði víngarð á fruktbørum heyggi.
Esaias 5:2 Esaias
Hann gróv hann um, hentaði grótið úr honum og plantaði góð víntrø í hann; Hann bygdi torn í honum og høgdi eisini persu. So væntaði Hann Sær heyst av góðum vínberum, men fekk einki uttan villber.
Esaias 5:3 Esaias
Og nú, íbúgvar Jerusalems og Judamenn, dømið millum Meg og víngarð Mín!
Esaias 5:4 Esaias
Hvat meiri var at gera við víngarðin! Hvat læt Eg vera ógjørt! Hví bar hann villber, táið Eg væntaði Mær góð vínber?
Esaias 5:5 Esaias
– So skal Eg nú lata tykkum vita, hvat Eg ætli at gera við víngarð Mín: Eg skal taka burtur stikið, so hann verður avetin, bróta niður múrin, so hann verður traðkaður niður.
Esaias 5:6 Esaias
Eg leggi hann í oyði; hann skal ikki verða skorin og ikki umgrivin, men ganga undir í tornum og tistlum, og skýggjunum skal Eg geva boð um ikki at senda honum regn.
Esaias 5:7 Esaias
Tí víngarður HARRANS Guds herskaranna er hús Ísraels, og Judamenn eru Honum kærastir av øllum, ið Hann hevur plantað. Hann væntaði rætt – men har verður úthelt blóð! Hann væntaði rættferð – men har eru neyðarróp!
Matteus 20:1 Matteus
„Tí ríki Himmiríkis er líkt húsbónda, ið fór út árla á morgni at biðja sær arbeiðsmenn í víngarð sín.
Matteus 20:2 Matteus
Og táið hann var komin ásamt við arbeiðsmenninar um denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín.
Matteus 20:3 Matteus
Táið hann nú fór út um triðja tíman, sá hann aðrar standa fyri einki á torginum.
Matteus 20:4 Matteus
Hann segði við teir: „Farið eisini tit út í víngarðin, og eg skal lata tykkum fáa tað, ið rætt er!“ Teir fóru tá.
Matteus 20:5 Matteus
Aftur fór hann út um sætta og níggjunda tíman og gjørdi tað sama.
Matteus 20:6 Matteus
Og um ellivta tíman fór hann út og fann aðrar standandi har; hann segði tá við teir: „Hví standa tit her fyri einki allan dagin?“
Matteus 20:7 Matteus
Teir svaraðu honum: „Tí eingin hevur biðið okkum.“ Hann segði við teir: „Farið eisini tit út í víngarðin!“
Matteus 20:8 Matteus
Táið so kvøldið var komið, segði víngarðsharrin við arbeiðsformann sín: „Rópa arbeiðsmenninar inn og lat teir fáa lønina! Byrja við hinum síðstu, og enda við hinum fyrstu!“
Matteus 20:9 Matteus
Teir, ið vóru bidnir um ellivta tíman, komu so, og fingu denar hvør.
Matteus 20:10 Matteus
Táið tá hinir fyrstu komu, hugsaðu teir, at teir fóru at fáa meir; men eisini teir fingu denar hvør.
Matteus 20:11 Matteus
Táið teir fingu hann, knarraðu teir móti húsbóndanum og søgdu:
Matteus 20:12 Matteus
„Hesir síðstu hava ikki arbeitt meir enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum hava borið byrði og hita dagsins!“
Matteus 20:13 Matteus
Men hann svaraði einum teirra: „Vinur! Eg geri tær ongan órætt; komst tú ikki ásamt við meg um ein denar!
Matteus 20:14 Matteus
Tak títt og far! Men eg skal geva hesum síðsta líka mikið sum tær.
Matteus 20:15 Matteus
Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil! Ella er eyga títt ilt, fyri tað at eg eri góður?“
Matteus 20:16 Matteus
Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst; [tí mong eru kallað, men fá eru útvald.“]*
Esaias 27:2 Esaias
Tann dag [skulu tey syngja:] „Yndisligur víngarður er – syngið um hann!“
Matteus 21:33 Matteus
Hoyrið annað líknilsi: Húsbóndi var, sum plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu í honum og bygdi torn; so leigaði hann víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land.
Matteus 21:34 Matteus
Táið nú ávakstartíðin nærkaðist, sendi hann tænarar sínar til víngarðsmenninar at fáa ávøkst hansara.
Matteus 21:35 Matteus
Men víngarðsmenninir tóku tænarar hansara; ein bankaðu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir.
Matteus 21:36 Matteus
Uppaftur sendi hann aðrar tænarar, fleiri enn hinar fyrru; men teir hagreiddu teir á sama hátt.
Matteus 21:37 Matteus
Til endan sendi hann son sín til teirra og segði: „Teir fara kortini at hava virðing fyri syni mínum!“
Matteus 21:38 Matteus
Men táið víngarðsmenninir sóu sonin, søgdu teir hvør við annan: „Hetta er arvingin; komið, latið okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!“
Matteus 21:39 Matteus
Og teir tóku hann, kastaðu hann út úr víngarðinum og drópu hann.
Matteus 21:40 Matteus
Táið nú víngarðsharrin kemur, hvat fer hann at gera við hesar víngarðsmenn?“
Matteus 21:41 Matteus
Teir svaraðu Honum: „Vanlukkuliga fer hann at gera enda á hesum illgerðarmonnum og leiga øðrum víngarðsmonnum víngarðin, sum geva honum ávøkstin í rættari tíð.“