vinsemi / at vera vælumtóktur
31 versir um "vinsemi / at vera vælumtóktur"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 9:25 Lukas
Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað hevur vunnið allan heimin, men mist seg sjálvt ella latið seg sjálvt afturfyri!
Orðtøkini 13:20 Orðtøkini
Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.
Lukas 6:26 Lukas
Vei tykkum, táið øll menniskju tosa væl um tykkum! Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við lygiprofetarnar.
Lukas 14:7 Lukas
Hann setti nú fram líknilsi fyri gestirnar, táið Hann legði til merkis, hvussu teir valdu sær hini ovastu sætini við borðið. Hann segði við teir:
Lukas 14:8 Lukas
„Táið tú verður boðin av onkrum í brúdleyp, set teg tá ikki ovastan við borðið! Tí ein mætari enn tú kann vera boðin;
Lukas 14:9 Lukas
og hann, ið beyð tær og honum, kann tá koma og siga við teg: „Gev hesum rúm!“ – Og so kemur tú við skomm at sita niðastur.
Lukas 14:10 Lukas
Nei, táið tú verður boðin, far tá og set teg niðastan, so hann, ið beyð tær, kann siga við teg, táið hann kemur: „Vinur, set teg hægri upp!“ Tá verður tú ærdur í eygum alra teirra, sum sita til borðs við tær.
Lukas 14:11 Lukas
Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“
Lukas 14:12 Lukas
Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: „Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag.
Lukas 14:13 Lukas
Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!
Lukas 14:14 Lukas
Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Galatiabrævið 1:10 Galatiabrævið
Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Seinna Sámuelsbók 3:36 Seinna Sámuelsbók
Hetta legði alt fólkið til merkis, og tey hildu gott um tað. – Alt, ið kongurin gjørdi, dámdi fólkinum væl.
Orðtøkini 18:24 Orðtøkini
Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir.
Orðtøkini 29:25 Orðtøkini
At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.
Jákupsbrævið 2:1 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Trúgv tykkara á Harra okkara Jesus Kristus, hin dýrmæta, fylgist ikki við mannamuni!
Jákupsbrævið 2:2 Jákupsbrævið
Kemur inn á samkomu tykkara maður, við gullringi á fingrinum og í stásiligum klæðum – og eisini fátækur maður kemur inn, í skitnum klæðum –
Jákupsbrævið 2:3 Jákupsbrævið
hyggja tit tá á hann, sum er í hinum stásiligu klæðunum, og siga: „Set tú teg her í gott sæti!“ men siga við hin fátæka: „Statt tú har!“ ella: „Set teg her niðri við fótaskammul mín!“
Jákupsbrævið 2:4 Jákupsbrævið
– eru tit tá ikki komnir í stríð við tykkum sjálvar og vorðnir dómarar eftir órøttum grundum!
Jákupsbrævið 2:5 Jákupsbrævið
Hoyrið, elskaðu brøður mínir: Hevur ikki Gud útvalt tey, sum eru heiminum fátæk, til at vera rík í trúnni og arvingar ríkisins, ið Hann hevur lovað teimum, sum elska Hann!
Jákupsbrævið 2:6 Jákupsbrævið
Men tit hava vanært hin fátæka! – Eru tað ikki hinir ríku, ið kúga tykkum, og eru tað ikki teir, ið draga tykkum fyri dómstólarnar!
Jákupsbrævið 2:7 Jákupsbrævið
Eru tað ikki teir, ið spotta hitt góða navn, ið tit eru nevndir við!
Jákupsbrævið 2:8 Jákupsbrævið
Vissuliga – uppfylla tit hina kongligu lóg eftir skriftini: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan“ – so gera tit væl.
Jákupsbrævið 2:9 Jákupsbrævið
Men gera tit mannamun, synda tit og verða av lógini revsaðir sum lógbrótarar.
Jákupsbrævið 2:10 Jákupsbrævið
Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum.
Jákupsbrævið 2:11 Jákupsbrævið
Hann, sum segði: „Tú mást ikki dríva hor“, segði eisini: „Tú mást ikki drepa.“ – Um tú nú ikki drívur hor, men drepur, ert tú vorðin lógbrótari.
Jákupsbrævið 2:12 Jákupsbrævið
– Talið so og gerið so sum teir, ið skulu verða dømdir eftir lóg frælsisins!
Jákupsbrævið 2:13 Jákupsbrævið
Tí dómurin er honum miskunnarleysur, sum hevur ikki víst miskunn; men miskunn stígur djørv upp móti dóminum.
Jákupsbrævið 4:4 Jákupsbrævið
Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.