vinningsskattur

26 versir um "vinningsskattur"

Versir

Síða 1 av 1
Lukas 3:12 Lukas

Eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: „Meistari, hvat skulu vit gera?“

3
Lukas 3:13 Lukas

Hann svaraði teimum: „Krevjið ikki meir, enn tykkum er fyriskrivað!“

3
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið

so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.

3
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið

Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.

3
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið

Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!

3
Fjórða Mósebók 36:8 Fjórða Mósebók

Ein og hvør dóttir, ið fær arvalut í eini ætt Ísraelsmanna, skal giftast við manni í onkrari slekt, sum hoyrir til hennara egnu fedraætt, so Ísraelsmenn kunnu verða sitandi, hvør við arvaluti fedra sína sum óðali,

2
Orðtøkini 13:22 Orðtøkini

Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.

2
Orðtøkini 20:21 Orðtøkini

Arvur, sum ein av fyrstum hevur skrætt til sín, verður til endan uttan signing.

2
Jeremias 32:44 Jeremias

Ja, jørð skal verða keypt fyri pening, keypibrøv skulu verða skrivað og innsiglað, og vitni tikin – í Benjaminslandi, í landinum rundan um Jerusalem og í býum Juda, býunum, bæði í fjallalandinum, láglendinum og Suðurlandinum. Tí Eg skal leiða heimaftur hini herleiddu teirra – sigur HARRIN.

2
Ezekiel 46:18 Ezekiel

Høvdingin má einki taka av arvaluti fólksins, so hann rekur tey burt av ogn teirra; av síni egnu ogn skal hann geva sonum sínum arvalut – so fólk Mítt verður ikki spjatt við at missa ogn sína.

2
Matteus 22:17 Matteus

Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?“

2
Matteus 22:18 Matteus

Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: „Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg!

2
Matteus 22:19 Matteus

Vísið Mær skattapeningin!“ Tá fingu teir Honum denar.

2
Matteus 22:20 Matteus

Hann spurdi teir: „Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?“

2
Matteus 22:21 Matteus

Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“

2
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið

Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –

2
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið

Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!

2
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið

Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.

2
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið

Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.

2
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið

Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.

2
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið

Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

2
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið

Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.

2
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið

– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.

2
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið

Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!

2
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið

Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!

2
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið

Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!

2