ævinlig sundurskiljing
11 versir um "ævinlig sundurskiljing"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Tessalonikabrævið 1:9 Seinna Tessalonikabrævið
Tey skulu líða straff, æviga fortaping burtur frá ásjón Harrans og dýrd veldis Hansara,
Matteus 25:41 Matteus
So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –
Fyrra Pætursbrævið 3:18 Fyrra Pætursbrævið
Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;
Opinberingin 20:11 Opinberingin
Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
Opinberingin 20:12 Opinberingin
Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:13 Opinberingin
Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:14 Opinberingin
Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin – eldsjógvurin.
Opinberingin 20:15 Opinberingin
Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.