ævinleiki
37 versir um "ævinleiki"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 5:24 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.
Sálmarnir 90:2 Sálmarnir
Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!
Prædikarin 3:11 Prædikarin
Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Matteus 25:46 Matteus
Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.“
Jóhannes 17:3 Jóhannes
Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.
Seinna Tessalonikabrævið 1:9 Seinna Tessalonikabrævið
Tey skulu líða straff, æviga fortaping burtur frá ásjón Harrans og dýrd veldis Hansara,
Esaias 57:15 Esaias
Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.
Jóhannes 1:12 Jóhannes
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 6:50 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja.
Jóhannes 6:51 Jóhannes
Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“
Jóhannes 6:52 Jóhannes
Jødarnir kjakaðust tá hvør við annan og søgdu: „Hvussu kann Hann geva okkum hold Sítt at eta!“
Jóhannes 6:53 Jóhannes
Jesus segði tí við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum.
Jóhannes 6:54 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Jóhannes 6:55 Jóhannes
Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka.
Jóhannes 6:56 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum.
Jóhannes 6:57 Jóhannes
Eins og hin livandi Faðirin sendi Meg, og Eg livi við Faðirinum, so skal eisini tann, ið etur Meg, liva við Mær.
Jóhannes 6:58 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.“
Jóhannes 6:59 Jóhannes
Hetta segði Hann, meðan Hann lærdi í eini sýnagogu í Kapernaum.
Jóhannes 6:60 Jóhannes
Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“
Jóhannes 6:61 Jóhannes
Men Jesus visti við Sær sjálvum, at lærisveinar Hansara knarraðu um hetta; og Hann segði við teir: „Er hetta tykkum ástoyt?
Jóhannes 6:62 Jóhannes
Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður!
Jóhannes 6:63 Jóhannes
Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
Jóhannes 6:64 Jóhannes
Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva.“ – Tí Jesus visti alla tíðina, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør hann var, sum skuldi svíkja Hann.
Jóhannes 6:65 Jóhannes
Og Hann segði: „Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.“
Jóhannes 6:66 Jóhannes
Frá hesi tíð fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum.
Jóhannes 6:67 Jóhannes
Jesus segði tá við hinar tólv: „Ætla eisini tit at rýma?“
Jóhannes 6:68 Jóhannes
Símun Pætur svaraði Honum: „Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs,
Jóhannes 6:69 Jóhannes
og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.“
Jóhannes 6:70 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!“
Jóhannes 6:71 Jóhannes
Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv.
Jóhannes 14:2 Jóhannes
Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.
Jóhannes 14:3 Jóhannes
Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
Filippibrævið 1:23 Filippibrævið
men standi ivasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí tað var mangan, mangan betri;
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –