vinir við vantrúgvandi
24 versir um "vinir við vantrúgvandi"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið
Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið
Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir
men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir
Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir
So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir
Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir
Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
Orðtøkini 13:20 Orðtøkini
Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.
Matteus 7:6 Matteus
Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!
Matteus 10:14 Matteus
Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!
Jóhannes 15:18 Jóhannes
Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.
Jóhannes 15:19 Jóhannes
Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Jákupsbrævið 4:4 Jákupsbrævið
Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.
Orðtøkini 22:24 Orðtøkini
Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann,
Orðtøkini 22:25 Orðtøkini
fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína!
Orðtøkini 27:9 Orðtøkini
Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.
Orðtøkini 27:17 Orðtøkini
Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Fyrra Pætursbrævið 2:15 Fyrra Pætursbrævið
Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna –
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið
sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.