vinir

16 versir um "vinir"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 15:13 Jóhannes

Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.

10
Orðtøkini 17:17 Orðtøkini

Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.

7
Orðtøkini 18:24 Orðtøkini

Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir.

7
Prædikarin 4:10 Prædikarin

og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!

7
Orðtøkini 13:20 Orðtøkini

Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.

6
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið

Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!

6
Orðtøkini 27:17 Orðtøkini

Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.

4
Sálmarnir 41:9 Sálmarnir

„Óbótalig vanlukka hevur rakt hann – hann liggur har, kemur aldri upp aftur!“

3
Jóhannes 15:14 Jóhannes

Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir.

3
Jóhannes 15:15 Jóhannes

Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.

3
Sálmarnir 55:12 Sálmarnir

Ja, oyðing ræður har inni, yvirgangsverk og svik víkja ikki av torgum hansara.

2
Sálmarnir 55:13 Sálmarnir

Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógvað meg fyri;

2
Sálmarnir 55:14 Sálmarnir

nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín,

2
Prædikarin 4:9 Prædikarin

Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;

2
Prædikarin 4:11 Prædikarin

Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!

2
Prædikarin 4:12 Prædikarin

Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.

2