vindur
24 versir um "vindur"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 3:8 Jóhannes
Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“
Markus 4:39 Markus
Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð.
Ápostlasøgan 2:1 Ápostlasøgan
Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði.
Ápostlasøgan 2:2 Ápostlasøgan
Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í.
Ápostlasøgan 2:3 Ápostlasøgan
Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra.
Ápostlasøgan 2:4 Ápostlasøgan
Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga.
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Orðtøkini 11:29 Orðtøkini
Tann, ið fær hús sítt í ólag, skal arva vind, og dárin verður tænari hins vísa.