vinalag við heimin

97 versir um "vinalag við heimin"

Versir

Síða 2 av 2
Jóhannes 15:19 Jóhannes

Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum.

2
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið

Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!

2
Seinna Pætursbrævið 1:1 Seinna Pætursbrævið

Símun Pætur, tænari og ápostul Jesu Krists – til tey, sum hava fingið somu dýrabøru trúgv sum vit, við rættvísi Guds og Frelsara okkara Jesu Krists.

2
Seinna Pætursbrævið 1:2 Seinna Pætursbrævið

Náði og friður falli tykkum margfalt í lut í kunnskapi um Gud og Harra okkara Jesus!

2
Seinna Pætursbrævið 1:3 Seinna Pætursbrævið

Alt, ið hoyrir til lív og gudsótta, hevur guddómligi máttur Hansara givið okkum við kunnskapinum um Hann, sum kallaði okkum við dýrd og kraft Síni.

2
Seinna Pætursbrævið 1:4 Seinna Pætursbrævið

Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd.

2
Seinna Pætursbrævið 1:5 Seinna Pætursbrævið

Leggið tykkum tí júst eina við í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap,

2
Seinna Pætursbrævið 1:6 Seinna Pætursbrævið

í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta,

2
Seinna Pætursbrævið 1:7 Seinna Pætursbrævið

í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll!

2
Seinna Pætursbrævið 1:8 Seinna Pætursbrævið

Táið hetta finst hjá tykkum og eykast, letur tað tykkum ikki standa yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus.

2
Seinna Pætursbrævið 1:9 Seinna Pætursbrævið

Tann, ið ikki hevur hetta, er blindur, stuttskygdur; hann hevur gloymt reinsanina frá hinum gomlu syndum sínum.

2
Seinna Pætursbrævið 1:10 Seinna Pætursbrævið

Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst! Táið tit gera hetta, skulu tit aldri snáva;

2
Seinna Pætursbrævið 1:11 Seinna Pætursbrævið

tí á henda hátt skal tykkum ríkliga verða givin inngangur í æviga ríki Harra og Frelsara okkara Jesu Krists.

2
Seinna Pætursbrævið 1:12 Seinna Pætursbrævið

Eg komi tí altíð at minna tykkum á hetta, tóat tit vita tað og eru grundfest í sannleikanum, sum hjá tykkum er.

2
Seinna Pætursbrævið 1:13 Seinna Pætursbrævið

Eg síggi tað vera rætt at vekja tykkum við áminning, so leingi sum eg eri í hesum tjaldi.

2
Seinna Pætursbrævið 1:14 Seinna Pætursbrævið

Eg veit jú, at eg brádliga skal fara úr tjaldi mínum – sum eisini Harri okkara Jesus Kristus læt meg vita.

2
Seinna Pætursbrævið 1:15 Seinna Pætursbrævið

Og eg skal gera mær ómak fyri, at tit, eisini eftir at eg eri farin burtur, altíð kunnu minnast hetta.

2
Seinna Pætursbrævið 1:16 Seinna Pætursbrævið

Tí ikki var tað snilt upphugsaðum ævintýrum, vit gingu eftir, táið vit kunngjørdu tykkum kraft og komu Harra okkara Jesu Krists; nei, vit vóru eygnavitni til hátign Hansara

2
Seinna Pætursbrævið 1:17 Seinna Pætursbrævið

– táið Hann fekk heiður og dýrd frá Gudi Faðir, og slík rødd ljóðaði til Hansara frá hini hátignarligu dýrd: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“

2
Seinna Pætursbrævið 1:18 Seinna Pætursbrævið

Hesa rødd hoyrdu vit ljóða av Himli, táið vit vóru við Honum á hinum heilaga fjalli.

2
Seinna Pætursbrævið 1:19 Seinna Pætursbrævið

So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir – eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði – inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara.

2
Seinna Pætursbrævið 1:20 Seinna Pætursbrævið

Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.

2
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.

2
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið

Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:2 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:3 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:7 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:8 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:10 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:11 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí hetta er boðskapurin, ið tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:12 Fyrra Jóhannesarbrævið

og ikki líkjast Káini, ið var av hinum illa og drap bróður sín. Og hví drap hann hann? Tí verk hansara vóru ónd, og verk bróður hansara rættvís!

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:14 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:19 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av tí skulu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá kunnu vit geva hjørtum okkara vissu fyri ásjón Hansara,

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:20 Fyrra Jóhannesarbrævið

at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Fordømir hjarta okkara okkum ikki, so hava vit dirvi fyri Gudi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:22 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og hvat vit so biðja um, fáa vit frá Honum, tí vit halda boð Hansara og gera tað, sum Honum toknast.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:23 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta er boð Hansara, at vit skulu trúgva á navn Sonar Hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir boðnum, ið Hann gav okkum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:24 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið heldur boð Hansara, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. Og at Hann verður verandi í okkum, vita vit av Andanum, ið Hann gav okkum.

2