Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

vilsporlig børn

203 versir um "vilsporlig børn"

Versir

Síða 4 av 5
Jeremias 7:24 Jeremias

Men teir lurtaðu ikki eftir og boygdu ikki oyrað til Mín; nei, teir gingu eftir sínum egnu ráðum, ónda harða hjarta sínum, og teir vendu Mær bakið og ikki andlitið.

2
Jeremias 7:25 Jeremias

Frá tí degi fedrar tykkara fóru út av Egyptalandi og líka til henda dag, havi Eg sent til tykkara allar tænarar Mínar profetarnar, dagliga, tíðliga og seint.

2
Jeremias 7:26 Jeremias

Men tey lurtaðu ikki eftir Mær og boygdu ikki oyrað til Mín; tey gjørdu hálsin harðan og bóru seg verri at enn fedrar teirra.

2
Jeremias 7:27 Jeremias

– Og tú skalt tala øll hesi orð við tey, men tey skulu ikki lurta eftir tær; tú skalt rópa á tey, men tey skulu ikki svara tær.

2
Jeremias 7:28 Jeremias

Tí skalt tú siga við tey: „Hetta er fólkið, ið ikki hevur lurtað eftir rødd HARRANS Guds síns og ikki hevur tikið við tykt; sannleikin er burtur, er horvin úr munni teirra!“

2
Jeremias 7:29 Jeremias

Klipp hárið av tær og blaka tað frá tær, og hevja upp sorgarsong á naknum hæddum! Tí HARRIN hevur vrakað og koyrt frá Sær ættina, ið Hann er illur við.

2
Jeremias 7:30 Jeremias

Tí synir Juda hava gjørt tað, sum ónt er í eygum Mínum – sigur HARRIN – teir hava sett viðurstygdir sínar í húsið, sum kallað er við navni Mínum, og gjørt tað óreint.

2
Jeremias 7:31 Jeremias

Teir hava bygt Tofethæddir í Hinnomssonardali, til at brenna synir og døtur sínar á – slíkt, sum Eg ikki havi álagt teimum, og sum aldri hevur verið Mær í huga!

2
Jeremias 7:32 Jeremias

Tí skulu dagar koma – sigur HARRIN – táið ikki longur skal verða sagt „Tofet“ ella „Hinnomssonardalur“, men „Drápsdalur“; og tey skulu jarða hini deyðu í Tofet, av tí at pláss er ikki aðrastaðni.

2
Jeremias 7:33 Jeremias

Og líkini av hesum fólki skulu verða fuglum himmalsins føði og dýrum jarðarinnar – og eingin skal styggja tey burt!

2
Jeremias 7:34 Jeremias

Hvørki frøiróp ella gleðiróp, hvørki mál brúðgóms ella mál brúðar, skal Eg lata hoyrast longur í býum Juda og á gøtum Jerusalems – tí oyðimørk skal landið verða!

2
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

2
Markus 7:13 Markus

Soleiðis gera tit orð Guds til einkis við viðtøku tykkara, sum tit hava álagt menniskjum. Og mangt tílíkt gera tit.“

2
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.

2
Hebrearabrævið 11:2 Hebrearabrævið

Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð.

2
Hebrearabrævið 11:3 Hebrearabrævið

Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til.

2
Hebrearabrævið 11:4 Hebrearabrævið

Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur – táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.

2
Hebrearabrævið 11:5 Hebrearabrævið

Við trúgv varð Enok tikin burtur, so hann skuldi ikki síggja deyðan; og hann var ikki at finna, tí Gud hevði tikið hann burtur. Áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann jú fingið tann vitnisburð, at hann hevði verið Gudi tokkaligur.

2
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.

2
Hebrearabrævið 11:7 Hebrearabrævið

Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heilagum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar.

2
Hebrearabrævið 11:8 Hebrearabrævið

Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann visti ikki, hvar hann kom.

2
Hebrearabrævið 11:9 Hebrearabrævið

Við trúgv varð hann útlendingur í landi lyftisins, eins og í fremmandum landi, og búði í tjøldum við Ísaki og Jákupi, samarvingum hins sama lyftis.

2
Hebrearabrævið 11:10 Hebrearabrævið

Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud.

2
Hebrearabrævið 11:11 Hebrearabrævið

Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.

2
Hebrearabrævið 11:12 Hebrearabrævið

Tí fekk eisini ein, ið útlivaður var, avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er.

2
Hebrearabrævið 11:13 Hebrearabrævið

Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini.

2
Hebrearabrævið 11:14 Hebrearabrævið

– Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi.

2
Hebrearabrævið 11:15 Hebrearabrævið

Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jú borið teimum til at farið aftur hagar.

2
Hebrearabrævið 11:16 Hebrearabrævið

Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar.

2
Hebrearabrævið 11:17 Hebrearabrævið

Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,

2
Hebrearabrævið 11:18 Hebrearabrævið

og sum sagt varð við: „Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.“

2
Hebrearabrævið 11:19 Hebrearabrævið

Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.

2
Hebrearabrævið 11:20 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau, við hinum komandi fyri eyga.

2
Hebrearabrævið 11:21 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Jákup, táið hann doyði, báðar synir Jósef, og tilbað lútandi yvir stav sín.

2
Hebrearabrævið 11:22 Hebrearabrævið

Við trúgv talaði Jósef, táið hann lá at doyggja, um burturferð sona Ísraels og gav boð um bein síni.

2
Hebrearabrævið 11:23 Hebrearabrævið

Við trúgv varð Móses, táið hann var føddur, í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum; tí tey sóu, at barnið var vakurt, og tey ræddust ikki boð kongsins.

2
Hebrearabrævið 11:24 Hebrearabrævið

Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao.

2
Hebrearabrævið 11:25 Hebrearabrævið

Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd.

2
Hebrearabrævið 11:26 Hebrearabrævið

Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini.

2
Hebrearabrævið 11:27 Hebrearabrævið

Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins; tí hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga.

2
Hebrearabrævið 11:28 Hebrearabrævið

Við trúgv helt hann páskir og smurdi blóðið á, fyri at oyðari hinna frumbornu skuldi ikki nema teir.

2
Hebrearabrævið 11:29 Hebrearabrævið

Við trúgv fóru tey gjøgnum Reyðahav sum eftir turrum landi – men Egyptar druknaðu, táið teir buðu til.

2
Hebrearabrævið 11:30 Hebrearabrævið

Við trúgv fullu múrar Jerikos, táið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir.

2
Hebrearabrævið 11:31 Hebrearabrævið

Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum.

2
Hebrearabrævið 11:32 Hebrearabrævið

– Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum,

2
Hebrearabrævið 11:33 Hebrearabrævið

sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu lyfti uppfylt, tiptu munn leyva,

2
Hebrearabrævið 11:34 Hebrearabrævið

sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vórðu veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja.

2
Hebrearabrævið 11:35 Hebrearabrævið

Kvinnur fingu hinar deyðu sínar aftur við uppreisn. Onnur vórðu løgd á pínubonk og tóku ikki við útloysing – fyri at tey kundu fáa lut í betri uppreisn.

2
Hebrearabrævið 11:36 Hebrearabrævið

Onnur máttu tola spott og húðfleinging, ja, bond og fangahús;

2
Hebrearabrævið 11:37 Hebrearabrævið

tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð

2