vilsporlig børn

203 versir um "vilsporlig børn"

Versir

Síða 1 av 5
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.

10
Seinna Korintbrævið 4:16 Seinna Korintbrævið

Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.

8
Seinna Korintbrævið 4:17 Seinna Korintbrævið

Tí trongd okkara – sum er stokkut og løtt – virkar okkum í størri og størri yvirflóð æviga fylling av dýrd,

8
Seinna Korintbrævið 4:18 Seinna Korintbrævið

við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.

8
Orðtøkini 16:7 Orðtøkini

Táið HARRANUM líkar atburð mansins, ger Hann, at um tað so eru fíggindar hansara, binda teir frið við hann.

6
Lukas 15:13 Lukas

Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.

5
Lukas 15:14 Lukas

Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð.

5
Lukas 15:15 Lukas

Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.

5
Lukas 15:16 Lukas

Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.

5
Lukas 15:17 Lukas

Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri!

5
Seinna Korintbrævið 4:7 Seinna Korintbrævið

Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.

5
Seinna Korintbrævið 4:8 Seinna Korintbrævið

Vit eru trongdir á allan hátt, men ikki kúgaðir, í iva, men ikki vónleysir,

5
Seinna Korintbrævið 4:9 Seinna Korintbrævið

atsøktir, men ikki vinaleysir, slignir niður, men ikki gjørdir til einkis.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa;

5
Jeremias 3:14 Jeremias

Komið aftur, tit fráfalnu børn! – sigur HARRIN; tí Eg eri Harri tykkara, og Eg skal taka tykkum, eitt úr hvørjum býi og tvey av hvørji ætt, og flyta tykkum til Zion.

3
Jeremias 3:15 Jeremias

Eg skal geva tykkum hirðar eftir hjarta Mínum; teir skulu røkta tykkum við skili og vísdómi.

3
Jeremias 3:16 Jeremias

Táið tit verða stórt fólk og fjølment í landinum á teimum døgum – sigur HARRIN – skal ikki longur verða tosað um sáttmálaørk HARRANS ella hugsað um hana; hon skal ikki verða minst, ei heldur saknað, og eingin slík ørk skal verða gjørd aftur.

3
Jeremias 3:17 Jeremias

Tá skal Jerusalem verða rópt „hásæti HARRANS“, og har skulu allar tjóðir koma saman – um navn HARRANS í Jerusalem; tær skulu ikki longur lata seg leiða av ónda, harða hjarta sínum.

3
Jeremias 3:18 Jeremias

Á teimum døgum skal hús Juda fara til hús Ísraels, og saman skulu tey koma úr Norðurlandi til landið, ið Eg gav fedrum tykkara at eiga.

3
Jeremias 3:19 Jeremias

Og Eg, sum segði: „Hvussu høgt skal Eg ikki seta teg millum børnini og geva tær yndisligt land, hin dýrasta arvalutin millum fólkini“! Og framvegis segði Eg: „Tit skulu rópa Meg Faðir og ikki venda tykkum burt frá Mær.“

3
Jeremias 3:20 Jeremias

Men sum kvinna er vini sínum ótrúgv, hava tit verið Mær ótrúgv, hús Ísraels! – sigur HARRIN.

3
Jeremias 3:21 Jeremias

Rødd hoyrist á hinum naknu heyggjum – tað eru Ísraelsmenn, ið gráta og biðja; tí teir hava gingið óndar leiðir, teir hava gloymt HARRAN Gud sín.

3
Jeremias 3:22 Jeremias

Komið aftur, tit fráfalnu børn! Eg skal grøða fráføll tykkara. – „Ja, vit koma til Tín, tí Tú ert HARRIN Gud okkara!

3
Jeremias 3:23 Jeremias

Vissuliga, tómt var at halda gang á heyggjunum, vissuliga, í HARRANUM Gudi okkara er frelsa Ísraels!

3
Jeremias 3:24 Jeremias

Men hatta skammiliga* hevur líka frá ungdómi okkara etið upp vinningin av arbeiði fedra okkara, smáfæ og neyt teirra, synir og døtur teirra!

3
Hoseas 6:1 Hoseas

„Komið, latið okkum venda við til HARRAN! Hann hevur skrætt okkum sundur, og Hann skal eisini grøða okkum; Hann sló, og Hann skal eisini binda um hjá okkum.

3
Hoseas 6:2 Hoseas

Hann skal gera okkum livandi um tveir dagar; triðja dagin skal Hann reisa okkum upp aftur, og vit skulu liva fyri ásjón Hansara.

3
Hoseas 6:3 Hoseas

Latið okkum tá læra HARRAN at kenna, latið okkum av álvara royna at læra Hann at kenna! Hann skal renna upp, líka víst sum morgunroðin, og Hann kemur til okkara sum regnið, sum várregn, ið vætir jørðina.“

3
Hoseas 6:4 Hoseas

Hvat skal Eg gera við teg, Efra’im? Hvat skal Eg gera við teg, Juda? Kærleiki tykkara er jú sum morguntoka, sum døggin, ið árla hvørvur!

3
Hoseas 6:5 Hoseas

Tí havi Eg ikki spart at geva teimum høgg við profetunum; Eg havi dripið tey við orði muns Míns, og dómarnir yvir teg skygdu sum snarljós.

3
Hoseas 6:6 Hoseas

Tí Eg vil hava kærleika – og ikki sláturoffur, kunnskap um Gud – og ikki brennioffur!

3
Hoseas 6:7 Hoseas

Men tey hava brotið sáttmálan, eins og Ádam; har hava tey verið Mær trúleys.

3
Hoseas 6:8 Hoseas

Gilead er staður illgerðarmanna, fullur av blóðsporum.

3
Hoseas 6:9 Hoseas

Og líkur ránsmannaflokki, ið liggur á lúri eftir fólki, er prestaflokkurin; teir myrða á vegnum til Sikem, ja, skemdarverk hava teir útint.

3
Hoseas 6:10 Hoseas

Í húsi Ísraels havi Eg sæð tað, ið ræðuligt er; har drívur Efra’im hor, har er Ísrael vorðið óreint.

3
Hoseas 6:11 Hoseas

Eisini tær, Juda, er heyst ásett, táið Eg reisi fólk Mítt aftur á føtur.

3
Jóhannes 3:12 Jóhannes

Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!

3
Hebrearabrævið 6:1 Hebrearabrævið

Latið okkum tí leypa um hinar fyrstu grundir í læruni um Kristus og ganga fram til hitt fullkomna, so vit ikki aftur leggja grundvøllin við umvending frá deyðum verkum og trúgv á Gud,

3
Hebrearabrævið 6:2 Hebrearabrævið

við læru um dópar og handaálegging, um uppreisn hinna deyðu og ævigan dóm!

3
Hebrearabrævið 6:3 Hebrearabrævið

Ja, hetta skulu vit gera, um Gud loyvir.

3
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið

Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,

3
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið

hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,

3
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið

við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.

3
Hebrearabrævið 6:7 Hebrearabrævið

Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana – ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi.

3
Hebrearabrævið 6:8 Hebrearabrævið

Men ber hon tornir og tistlar, er hon ónýt og banni nær; endi hennara er, at hon verður brend.

3
Hebrearabrævið 6:9 Hebrearabrævið

Men um tykkum, tit elskaðu, eru vit vísir í tí, sum betri er, og sum hoyrir frelsu til – tóat vit tala so.

3
Hebrearabrævið 6:10 Hebrearabrævið

Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu.

3
Hebrearabrævið 6:11 Hebrearabrævið

Men ynski okkara er, at ein og hvør tykkara líka til endan skal vísa sama íðinskap fyri hini fullu vissu í vónini,

3
Hebrearabrævið 6:12 Hebrearabrævið

so tit ikki verða trek, men eftirfylgja teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini.

3
Hebrearabrævið 6:13 Hebrearabrævið

Tí táið Gud gav Ábrahami lyftið, svór Hann um Seg sjálvan, av tí Hann hevði ongan størri at svørja um, og segði:

3