villulærarar
14 versir um "villulærarar"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Tessalonikabrævið 3:6 Seinna Tessalonikabrævið
Men tað boð geva vit tykkum, brøður, í navni Harra okkara Jesu Krists, at tit skulu halda tykkum burtur frá hvørjum bróður, sum livir óregluliga og ikki eftir lærdóminum, ið hann fekk frá okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Matteus 7:15 Matteus
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið
Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið
tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:3 Fyrra Timoteusarbrævið
Gongur onkur við fremmandari læru og heldur seg ikki til heilnæmu orð Harra okkara Jesu Krists og læruna, ið samsvarar við gudsótta,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:4 Fyrra Timoteusarbrævið
so er hann uppblástur, tóat hann einki skilir, men er sjúkur eftir trætum og orðastríði, sum volda øvund, kjak, speireking, óndan illgruna,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:5 Fyrra Timoteusarbrævið
støðugt klandur – millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning.
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið
Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
Judasarbrævið 1:4 Judasarbrævið
Tí nøkur menniskju hava sníkt seg inn, sum langt síðani er skrivað um frammanundan, at tey skulu falla undir henda dóm: Gudleys, ið misbrúka náði Guds okkara til skammloysi og avnokta einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus.