vilji at vera undirgivin
28 versir um "vilji at vera undirgivin"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið
Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!
Efesusbrævið 5:23 Efesusbrævið
Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.
Efesusbrævið 5:24 Efesusbrævið
Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.
Fyrra Pætursbrævið 3:1 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína –
Fyrra Pætursbrævið 3:2 Fyrra Pætursbrævið
táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
Fyrra Pætursbrævið 3:5 Fyrra Pætursbrævið
Soleiðis var tað jú eisini, hinar heilagu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar
Fyrra Pætursbrævið 3:6 Fyrra Pætursbrævið
– sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra – og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu.
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!
Fyrsta Mósebók 3:16 Fyrsta Mósebók
Við kvinnuna segði Hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“
Fyrra Korintbrævið 11:3 Fyrra Korintbrævið
Eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur eins og hvørs mans, at maðurin er høvur kvinnunnar, og at Gud er høvur Kristusar.
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Efesusbrævið 5:21 Efesusbrævið
Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar!
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Efesusbrævið 5:26 Efesusbrævið
fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum,
Efesusbrævið 5:27 Efesusbrævið
so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
Efesusbrævið 5:28 Efesusbrævið
Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.
Efesusbrævið 5:29 Efesusbrævið
Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.
Efesusbrævið 5:30 Efesusbrævið
Tí vit eru limir likams Hansara.
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið
Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
Efesusbrævið 5:32 Efesusbrævið
Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.
Efesusbrævið 5:33 Efesusbrævið
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið
Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
Fyrra Timoteusarbrævið 2:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Kvinnan skal still lata seg læra, við øllum lýdni;
Fyrra Timoteusarbrævið 2:12 Fyrra Timoteusarbrævið
men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla.
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!