viljað synd
24 versir um "viljað synd"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið
Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið
Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða.
Fjórða Mósebók 15:27 Fjórða Mósebók
Er tað einstakur maður, ið syndar av misgáum, so skal hann sum syndoffur bera fram veturgamla geit.
Fjórða Mósebók 15:28 Fjórða Mósebók
Presturin skal fyri ásjón HARRANS gera bót fyri tann, ið av misgáum hevur syndað, so at hann, táið bótin fyri hann er fullførd, kann fáa fyrigeving.
Fjórða Mósebók 15:29 Fjórða Mósebók
Ein og sama lóg skal vera fyri tann, ið er føddur millum Ísraelsmenn, og hin fremmanda, ið hevur tilhald hjá teimum; sami rættur geldur fyri tykkum øll, táið onkur av misgáum ger okkurt skeivt.
Fjórða Mósebók 15:30 Fjórða Mósebók
Men tann, ið við vilja ger okkurt ilt – hann veri nú innføddur ella fremmandur – hann háðar HARRAN, og hann skal verða týndur úr fólki sínum;
Fjórða Mósebók 15:31 Fjórða Mósebók
tí hann hevur vanvirt orð HARRANS og brotið boð Hansara. Tann maður skal verða týndur, hann skal bøta fyri misgerð sína.““
Fimta Mósebók 30:15 Fimta Mósebók
Tú sært – eg havi í dag lagt fyri teg lívið og hitt góða og deyðan og hitt illa,
Fimta Mósebók 30:16 Fimta Mósebók
við tað at eg í dag áleggi tær at elska HARRAN Gud tín, at ganga leiðir Hansara og akta eftir boðum, lógum og fyriskipanum Hansara, so tú kanst liva og nørast, og HARRIN Gud tín kann signa teg í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Rómverjabrævið 6:16 Rómverjabrævið
Vita tit ikki, at táið tit bjóða tykkum fram einum sum tænarar, til at akta hann, so eru tit tænarar hjá tí, sum tit akta, veri tað nú hjá synd – til deyða – ella hjá lýdni – til rættvísi – ?
Galatiabrævið 5:24 Galatiabrævið
Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið
Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!