víðitræ
13 versir um "víðitræ"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 137:1 Sálmarnir
Við áirnar í Bábel, har sótu vit og grótu, táið vit mintust Zion.
Sálmarnir 137:2 Sálmarnir
Á pílatrøini, ið har vóru, hongdu vit hørpur okkara.
Sálmarnir 137:3 Sálmarnir
Tí teir, ið hildu okkum fangað, vildu hava okkum at syngja har; teir, ið kúgaðu okkum, vildu hava okkum at vera glað: „Syngið songir Zions fyri okkum!“
Sálmarnir 137:4 Sálmarnir
– Hvussu kunnu vit syngja songir HARRANS í fremmandum landi!
Sálmarnir 137:5 Sálmarnir
Gloymi eg teg, Jerusalem, so visni høgra hond mín!
Sálmarnir 137:6 Sálmarnir
Tunga mín loði føst í gómunum, um eg minnist ikki teg, um eg seti ikki Jerusalem hægri enn bestu gleði mína!
Sálmarnir 137:7 Sálmarnir
HARRI, minst børnum Edoms dag Jerusalems, teimum, ið róptu: „Rívið niður, rívið niður, líka í grund!“
Sálmarnir 137:8 Sálmarnir
Dóttir Bábels, oyðari tín! Sælur er tann, ið lønir tær gerðina, ið tú gjørdi okkum!
Sálmarnir 137:9 Sálmarnir
Sælur er tann, ið tekur speðbørn tíni og sorar tey móti klettinum!
Triðja Mósebók 23:40 Triðja Mósebók
Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum ávøkst av vøkrum trøum, pálmagreinar og kvistar av blaðríkum trøum og pílatrøum; og í sjey dagar skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara.
Ezekiel 17:4 Ezekiel
Hon breyt ovasta kvistin av og fór til keypmannalandið við honum og setti hann í handilsstaðin.
Ezekiel 17:5 Ezekiel
So tók hon plantu har í landinum og setti hana í dýrkaða mark; hon plantaði hana á staði, har nógv vatn var, hon setti hana eins og pílatræ.
Ezekiel 17:6 Ezekiel
Hon vaks upp og varð víntræ, ið breiddi seg langt út, men var lágvaksið, fyri at greinar tess skuldu venda sær til hennara,* og røtur tess vera undir henni. Og tað varð víntræ, ið fekk greinar og bar kvistar.