víging / trúfesti
38 versir um "víging / trúfesti"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir
men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir
Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir
So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir
Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir
Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Fyrra Pætursbrævið 1:13 Fyrra Pætursbrævið
Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists!
Triðja Mósebók 27:28 Triðja Mósebók
Einki, sum bannlýst er, einki, sum onkur halgar HARRANUM av ogn síni við at lýsa tað í bann – tað veri nú fólk, fæ ella arvajørð – einki slíkt má seljast ella loysast; alt, sum er lýst í bann, er háheilagt; tað er ogn HARRANS.
Fyrra Sámuelsbók 1:11 Fyrra Sámuelsbók
Og hon gjørdi lyfti og segði: „HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!“
Fyrra Sámuelsbók 1:27 Fyrra Sámuelsbók
Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um.
Fyrra Sámuelsbók 1:28 Fyrra Sámuelsbók
Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!“ – Og tey tilbóðu HARRAN har.
Nehemias 12:27 Nehemias
Táið múrur Jerusalems skuldi verða vígdur, fóru teir eftir Levitunum, allastaðni har sum teir búðu, og fingu teir til Jerusalem at halda vígslu- og gleðihátíð við tøkk og songi, við skáltrummum, hørpum og sitarum.
Nehemias 12:28 Nehemias
Tá savnaðust songflokkarnir saman, bæði úr landinum rundan um Jerusalem og úr Netofatitabygdunum,
Nehemias 12:29 Nehemias
úr Bet-Haggilgal og úr landinum rundan um Geba og Azmavet; tí sangararnir høvdu fingið sær bygdir rundan um Jerusalem.
Nehemias 12:30 Nehemias
Prestarnir og Levitarnir reinsaðu seg nú og reinsaðu síðani fólkið, portrini og múrarnar.
Nehemias 12:31 Nehemias
So læt eg høvdingarnar í Juda fara upp á múrin, og eg fylkti tveir stórar lovsongs- og hátíðarflokkar. Annar fór til høgru upp á múrin, at Mykjuportri;
Nehemias 12:32 Nehemias
aftan á teimum gingu Hosaja og helvtin av høvdingum Juda,
Nehemias 12:33 Nehemias
og so Azarja, Ezra, Mesullam,
Nehemias 12:34 Nehemias
Juda, Benjamin, Semaja og Jirmeja;
Nehemias 12:35 Nehemias
framvegis nakrir av prestasonunum við lúðrum: Zakarja, sonur Jónatan, son Semaja, son Mattanja, son Mikaja, son Zakku, son Asaf,
Nehemias 12:36 Nehemias
og brøður hansara, Semaja, Azarel, Milalai, Gilalai, Ma’ai, Netanel, Juda og Hanani, við ljóðførum Dávids gudsmans; og undan teimum gekk Ezra, hin skriftlærdi.
Nehemias 12:37 Nehemias
Teir gingu yvir Kelduportur og beint fram, niðan trappurnar til Dávidsstað, har sum farið verður upp á múrin oman fyri høll Dávids, líka eystur at Vatnsportri.
Nehemias 12:38 Nehemias
Hin lovsongsflokkurin fór til vinstru, og eg fór aftan á honum við hini helvtini av fólkinum, uppi á múrinum, yvir Ovnstorn og líka at Breiðamúri,
Nehemias 12:39 Nehemias
yvir Efra’imsportur, Gamlaportur og Fiskaportur, um Hananeltorn og Meatorn, líka at Seyðaportri; við Fangahúsportur steðgaðu teir.
Nehemias 12:40 Nehemias
Soleiðis stóðu báðir lovsongsflokkarnir við hús Guds, somuleiðis eg og helvtin av yvirmonnunum við mær,
Nehemias 12:41 Nehemias
og prestarnir Eljakim, Ma’aseja, Minjamin, Mikaja, Eljoenai, Zakarja og Hananja við lúðrum;
Nehemias 12:42 Nehemias
framvegis Ma’aseja, Semaja, Eleazar, Uzzi, Jóhanan, Malkia, Elam og Ezer. Og sangararnir lótu songin ljóða; yvirmaður teirra var Jizraja.
Nehemias 12:43 Nehemias
Teir ofraðu henda dag stór offur og gleddust; tí Gud hevði givið teimum stóra gleði; eisini kvinnurnar og børnini gleddust; og gleðirópini úr Jerusalem hoyrdust langan veg.
Sálmarnir 32:8 Sálmarnir
„Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
Lukas 2:22 Lukas
Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerusalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran –
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið
Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
Jákupsbrævið 1:2 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!
Jákupsbrævið 1:3 Jákupsbrævið
Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol.
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið
Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!