viðferð av starvsfólki
64 versir um "viðferð av starvsfólki"
Versir
Síða 1 av 2Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið
Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.
Lukas 6:31 Lukas
Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.
Efesusbrævið 6:9 Efesusbrævið
Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.
Orðtøkini 11:1 Orðtøkini
Skeiv vekt er HARRANUM andstygd, men fulla vekt líkar Honum væl.
Fimta Mósebók 1:17 Fimta Mósebók
Tit mugu ikki gera mannamun, táið tit døma! Tann, ið lítið hevur at týða, skulu tit hoyra líka væl sum hin mæta; tit skulu ongan óttast, tí dómurin hoyrir Gudi til. Men er ein søk tykkum ov torfør, skulu tit bera hana fram fyri meg; so skal eg hoyra hana.“
Fimta Mósebók 24:14 Fimta Mósebók
Tú mást ikki gera dagløntum arbeiðsmanni órætt, sum neyðstaddur og fátækur er, hann veri nú ein av brøðrum tínum ella ein av teimum fremmandu, ið hjá tær búgva í landi tínum, í býum tínum.
Fimta Mósebók 24:15 Fimta Mósebók
Dag eftir dag skalt tú lata hann fáa løn sína, og áðrenn sólin fer undir; tí hann er fátækur og stundar eftir løn síni; annars rópar hann til HARRAN undan tær, og tú dregur skyld oman yvir teg.
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Matteus 25:23 Matteus
Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“
Lukas 16:10 Lukas
Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.
Efesusbrævið 6:5 Efesusbrævið
Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara – sum var tað Kristus –
Efesusbrævið 6:6 Efesusbrævið
ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds
Efesusbrævið 6:7 Efesusbrævið
og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum!
Efesusbrævið 6:8 Efesusbrævið
Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Jákupsbrævið 5:4 Jákupsbrævið
Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á – hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots.
Triðja Mósebók 19:13 Triðja Mósebók
Tú mást ikki við órætti taka nakað frá næsta tínum, ei heldur ræna nakað frá honum. Lønina hjá dagløntum manni mást tú ikki hava liggjandi hjá tær inntil morgunin eftir.
Fimta Mósebók 25:13 Fimta Mósebók
Tú mást ikki í pungi tínum hava tvinnanda sløg av loddum at viga við, eitt størri og eitt minni slag.
Fimta Mósebók 25:14 Fimta Mósebók
Tú mást ikki í húsi tínum hava tvinnanda sløg av efum, eina størri og eina minni.
Fimta Mósebók 25:15 Fimta Mósebók
Lodd, ið standa fulla vekt, og efu, ið málir fult mál, skalt tú hava; so skalt tú liva leingi í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær.
Fimta Mósebók 25:16 Fimta Mósebók
Tí hvør tann, ið slíkt ger – hvør tann, ið ger órætt – er HARRANUM Gudi tínum andstygd.
Orðtøkini 1:1 Orðtøkini
Orðtøk Sálomos, sonar Dávids, kongs Ísraels.
Orðtøkini 1:2 Orðtøkini
Av teimum kann ein læra vísdóm og tykt og skilja vitiga talu;
Orðtøkini 1:3 Orðtøkini
av teimum kann ein fáa revsing, ið ger hann klókan, og læra rættvísi, rætt og rættsinni;
Orðtøkini 1:4 Orðtøkini
tey geva hinum óroyndu klókskap, hinum ungu kunnskap og skil.
Orðtøkini 1:5 Orðtøkini
Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.
Orðtøkini 1:6 Orðtøkini
Av teimum kann ein læra at skilja orðtøk og líkingamál, orð vísmanna og gátur teirra.
Orðtøkini 1:7 Orðtøkini
At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.
Orðtøkini 1:8 Orðtøkini
Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 1:9 Orðtøkini
Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
Orðtøkini 1:10 Orðtøkini
Sonur mín! Táið syndarar lokka teg, sig tá nei!
Orðtøkini 1:11 Orðtøkini
Táið teir siga: „Kom við okkum! Vit skulu lúra eftir blóði, uttan grund seta fellur fyri hini sakleysu;
Orðtøkini 1:12 Orðtøkini
sum deyðaríkið skulu vit gloypa teimum livandi, við húð og hári, sum tað gloypir teimum, ið fara niður í grøvina;
Orðtøkini 1:13 Orðtøkini
vit skulu vinna okkum góðs og gull, fylla hús okkara við ráni;
Orðtøkini 1:14 Orðtøkini
tú skalt sleppa at kasta lut um tað saman við okkum, vit skulu allir hava ein pung“
Orðtøkini 1:15 Orðtøkini
– sonur mín, far tá ikki við teimum, halt fóti tínum frá leið teirra!
Orðtøkini 1:16 Orðtøkini
Tí føtur teirra eru skjótir til hitt illa, teir eru kvikir at úthella blóð;
Orðtøkini 1:17 Orðtøkini
til onga nyttu verður netið breitt út, so allir fuglarnir síggja;
Orðtøkini 1:18 Orðtøkini
teir lúra eftir sínum egna blóði, teir seta fellur fyri seg sjálvar.
Orðtøkini 1:19 Orðtøkini
– Soleiðis gongst einum og hvørjum, ið er tráur eftir órøttum vinningi – hann tekur lívið av sínum egnu harrum!
Orðtøkini 1:20 Orðtøkini
Vísdómurin rópar á gøtuni, hann letur rødd sína ljóða á torgunum;
Orðtøkini 1:21 Orðtøkini
á gøtumótum kallar hann, mitt í ganginum; við býportrini og runt um í býnum talar hann og sigur:
Orðtøkini 1:22 Orðtøkini
„Hvussu leingi ætla tit fávitskutu at elska fávitsku, og hvussu leingi ætla spottararnir at hava gleði sína í spotti, og dárarnir at hata kunnskap?
Orðtøkini 1:23 Orðtøkini
Vendið við og aktið eftir revsing míni! So skal eg lata anda mín streyma út yvir tykkum, eg skal kunngera tykkum orð míni.
Orðtøkini 1:24 Orðtøkini
– Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína,
Orðtøkini 1:25 Orðtøkini
við tað at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni,
Orðtøkini 1:26 Orðtøkini
so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri,