veruligir vinir

28 versir um "veruligir vinir"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 18:24 Orðtøkini

Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir.

14
Jóhannes 15:13 Jóhannes

Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.

8
Orðtøkini 27:5 Orðtøkini

Opinlýs revsing er betri enn kærleiki, ið verður duldur.

7
Orðtøkini 27:6 Orðtøkini

Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.

7
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini

Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.

6
Orðtøkini 17:17 Orðtøkini

Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.

6
Jóhannes 15:12 Jóhannes

Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum.

4
Jóhannes 15:14 Jóhannes

Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir.

4
Jóhannes 15:15 Jóhannes

Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.

4
Jóhannes 15:16 Jóhannes

Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.

4
Jóhannes 15:17 Jóhannes

Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan.

4
Orðtøkini 20:6 Orðtøkini

Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?

3
Orðtøkini 27:17 Orðtøkini

Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.

3
Orðtøkini 27:18 Orðtøkini

Tann, ið røkir fikutræ sítt, fær ávøkst tess at eta, og tann, ið aktar eftir harra sínum, verður ærdur.

3
Orðtøkini 27:19 Orðtøkini

Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað.

3
Orðtøkini 27:20 Orðtøkini

Deyðaríkið og avgrundin mettast ikki, og eygu menniskjanna mettast heldur ikki.

3
Orðtøkini 27:21 Orðtøkini

Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, og maður verður dømdur eftir tí, sum hann rósar.

3
Orðtøkini 27:22 Orðtøkini

Um tú so stoytir dáran í mortaranum við stoytaranum mitt ímillum grýnini, víkir dárskapur hansara kortini ikki frá honum.

3
Orðtøkini 27:23 Orðtøkini

Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!

3
Orðtøkini 27:24 Orðtøkini

Tí góðs varir ikki til ævigar tíðir, og krúna ikki mann eftir mann.

3
Orðtøkini 27:25 Orðtøkini

Er hoyggið samanlatið, kemur eftirgróðurin upp, og fjallagrasið verður sankað saman.

3
Orðtøkini 27:26 Orðtøkini

Og lomb hevur tú at geva tær klæði, og bukkar at keypa mark fyri,

3
Orðtøkini 27:27 Orðtøkini

og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald.

3
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

3
Orðtøkini 11:14 Orðtøkini

Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Filippibrævið 1:7 Filippibrævið

Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið – tit hava jú øll part við mær í náðini.

2