verkið holdsins
46 versir um "verkið holdsins"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Markus 7:21 Markus
Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp,
Markus 7:22 Markus
hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska.
Markus 7:23 Markus
Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjað óreint.“
Fyrra Pætursbrævið 4:3 Fyrra Pætursbrævið
Tað er nóg mikið, at tit tíðina, ið farin er, hava gjørt vilja heidninganna – livað í siðloysi, girndum, fyllskapi, svirri, drykkjuskapi og skammiligari avgudadýrkan;
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Galatiabrævið 5:17 Galatiabrævið
Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Galatiabrævið 5:24 Galatiabrævið
Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
Galatiabrævið 5:25 Galatiabrævið
Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
Galatiabrævið 5:26 Galatiabrævið
Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!
Jákupsbrævið 4:1 Jákupsbrævið
Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!
Jákupsbrævið 4:2 Jákupsbrævið
Tit tráa – og hava ikki; tit drepa og bera øvund – og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki;
Jákupsbrævið 4:3 Jákupsbrævið
tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa – fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara.
Jákupsbrævið 4:4 Jákupsbrævið
Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.
Jákupsbrævið 4:5 Jákupsbrævið
Ella halda tit skriftina tala fáfongt? – Eftir heilum huga tráar Andin, Hann hevur givið bústað í okkum, men tess størri er náðin, Hann gevur!
Jákupsbrævið 4:6 Jákupsbrævið
Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.“
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið
Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!
Jákupsbrævið 4:8 Jákupsbrævið
Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!
Jákupsbrævið 4:9 Jákupsbrævið
Kennið neyð tykkara, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist í sorg, og verðið tung í staðin fyri glað!
Jákupsbrævið 4:10 Jákupsbrævið
Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið
Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið
Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!
Jákupsbrævið 4:13 Jákupsbrævið
Og nú, tit sum siga: „Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!“
Jákupsbrævið 4:14 Jákupsbrævið
– tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.
Jákupsbrævið 4:15 Jákupsbrævið
Í tann stað skuldu tit sagt: „Um Harrin vil, og vit liva, skulu vit gera hetta ella hatta!“
Jákupsbrævið 4:16 Jákupsbrævið
Men nú rósa tit tykkum í reypi tykkara. Alt slíkt rós er ónt.
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið
Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið
og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.
Rómverjabrævið 1:28 Rómverjabrævið
Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið
– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið
tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið
skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið
Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.
Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið
Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Fyrra Timoteusarbrævið 1:10 Fyrra Timoteusarbrævið
siðloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskjatjóvar, lygnarar, meinsvorin – og alt annað, sum er ímóti hini heilnæmu læru,
Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið
Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.