verk / gerðir
27 versir um "verk / gerðir"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 2:14 Jákupsbrævið
Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk! Man trúgvin fáa frelst hann!
Jákupsbrævið 2:15 Jákupsbrævið
– Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin,
Jákupsbrævið 2:16 Jákupsbrævið
hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: „Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!“ – um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar!
Jákupsbrævið 2:17 Jákupsbrævið
– Soleiðis við trúnni eisini: Hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari!
Jákupsbrævið 2:18 Jákupsbrævið
Men nú sigur onkur: „Tú hevur trúgv?“ – Og eg havi verk! Vís mær trúgv tína uttan verk, so skal eg av verkum mínum vísa tær trúnna!
Jákupsbrævið 2:19 Jákupsbrævið
Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!
Jákupsbrævið 2:20 Jákupsbrævið
Men vilt tú vita tað, tóma menniskja, at trúgvin uttan verk er ónýt!
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Titusarbrævið 3:14 Titusarbrævið
Eisini okkara mugu læra at gera góð verk, alt eftir sum trongd er til, so tey vera ikki ávakstarleys.
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Jákupsbrævið 2:21 Jákupsbrævið
– Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av verkum, táið hann ofraði son sín Ísak á altarinum!
Jákupsbrævið 2:22 Jákupsbrævið
Tú sært, at trúgvin virkaði saman við verkum hansara, og at við verkunum varð trúgvin fullkomin!
Jákupsbrævið 2:23 Jákupsbrævið
– Og skriftin gekk út, sum sigur: „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi“, og hann varð kallaður vinur Guds.
Jákupsbrævið 2:24 Jákupsbrævið
Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina.
Titusarbrævið 3:8 Titusarbrævið
Tað er trúvert orð, og um hetta vil eg, at tú skalt vitna við kraft, so tey, sum eru komin til trúgv á Gud, kunnu leggja seg eftir at gera góð verk. Hetta er menniskjum gott og gagnligt.
Hebrearabrævið 13:21 Hebrearabrævið
Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Sín, og Hann virki í tykkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
Rómverjabrævið 11:6 Rómverjabrævið
Men er tað av náði, so er tað ikki longur av verkum – annars verður náðin ikki náði longur.
Hebrearabrævið 6:10 Hebrearabrævið
Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu.
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.