verið still

26 versir um "verið still"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 46:10 Sálmarnir

Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.

6
Onnur Mósebók 14:14 Onnur Mósebók

HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!“

4
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir

Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!

4
Markus 4:39 Markus

Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð.

3
Job 6:24 Job

Lærið meg, so skal eg tiga, vísið mær, hvørjum eg eri farin skeivur í!

2
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.

2
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

2
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir

Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.

2
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

2
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir

Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

2
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir

Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

2
Sálmarnir 46:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Eftir alamot. Songur.

2
Sálmarnir 46:2 Sálmarnir

Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur.

2
Sálmarnir 46:3 Sálmarnir

Tí óttast vit ikki, um so jørðin umskiftist, og fjøllini stoytast niður í havsdýpið,

2
Sálmarnir 46:4 Sálmarnir

um so havsvøtnini brúsa og sjóða, fjøllini nøtra av hugmóði teirra. – Sela.

2
Sálmarnir 46:5 Sálmarnir

Ein á er – streymar hennara gleða stað Guds, heilaga bústað hins Hægsta.

2
Sálmarnir 46:6 Sálmarnir

Gud er mitt í honum, hann vikast ikki; Gud hjálpir honum, táið lýsir av degi.

2
Sálmarnir 46:7 Sálmarnir

Fólkasløg leika í, ríki vikast – Hann letur rødd Sína ljóða, tá skelvur jørðin.

2
Sálmarnir 46:8 Sálmarnir

HARRIN Gud herskaranna er við okkum, Gud Jákups er fasta borg okkara. – Sela.

2
Sálmarnir 46:9 Sálmarnir

Komið og síggið verk HARRANS – Hann hevur avrikað øgilig verk á jørðini!

2
Sálmarnir 46:11 Sálmarnir

– „Haldið uppat, og sannið, at Eg eri Gud! Eg eri høgur millum fólkini, høgur á jørðini!“

2
Sálmarnir 62:5 Sálmarnir

Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. – Sela.

2
Sálmarnir 131:2 Sálmarnir

Nei, eg havi stillað sál mína og fingið hana at tiga sum avvant barn hjá móður síni; sum avvant barn, so er sál mín í mær.

2
Esaias 30:15 Esaias

Tí so segði Harrin HARRIN, hin heilagi Ísraels: „Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera.“ – Men tit vildu ikki!

2
Jeremias 29:11 Jeremias

Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.

2
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

2