vel lívið
13 versir um "vel lívið"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 30:19 Fimta Mósebók
Eg taki í dag himmal og jørð til vitni móti tykkum, at eg havi lagt fyri teg lívið og deyðan, signingina og bannið – vel tí lívið, so tú og avkom títt kunnu liva!
Fimta Mósebók 30:20 Fimta Mósebók
Elska HARRAN Gud tín, hoyr rødd Hansara og halt teg til Hansara! Tí hetta er lív títt, og tá skalt tú náa høgan aldur og sleppa at vera í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at Hann skuldi geva teimum.“
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Jóhannes 10:10 Jóhannes
Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.
Josva 24:15 Josva
Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Ápostlasøgan 17:30 Ápostlasøgan
Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.