veitslur / pakk
7 versir um "veitslur / pakk"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið
Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið
Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Prædikarin 12:13 Prædikarin
Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.
Prædikarin 12:14 Prædikarin
Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt.
Prædikarin 11:9 Prædikarin
Gleð teg, unglingi, í ungdómi tínum, og lat hjarta títt vera í góðum lagi á vári lívsins! Far, hagar sum hjarta títt lystir, og njót tað, ið eygu tíni síggja! – Men tað skalt tú vita, at fyri alt hetta skal Gud draga teg til dóms.
Prædikarin 11:10 Prædikarin
Lat gremju víkja frá hjarta tínum, og halt plágu burtur frá likami tínum! – Tí ungdómur og morgunroði eru fáfongd.