veiði
60 versir um "veiði"
Versir
Síða 1 av 2Fyrsta Mósebók 27:3 Fyrsta Mósebók
Tak tí nú veiðiamboð tíni, pílahúsan og bogan, og far út á markina og skjót mær okkurt vilt dýr!
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók
Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Fyrsta Mósebók 10:9 Fyrsta Mósebók
Hann var ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS; tí verður sagt: „Ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS sum Nimrod.“
Fyrsta Mósebók 21:20 Fyrsta Mósebók
Gud var við dronginum; hann vaks upp og búði í oyðimørkini og varð bogamaður.
Jeremias 16:16 Jeremias
Eg sendi boð eftir mongum fiskimonnum – sigur HARRIN – og teir skulu fiska tey; síðani sendi Eg boð eftir mongum veiðimonnum, og teir skulu styggja tey burt av hvørjum fjalli og hvørji hædd og úr bergskorunum.
Ápostlasøgan 10:13 Ápostlasøgan
Rødd ljóðaði til hansara: „Reis teg, Pætur, drep og et!“
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Orðtøkini 12:27 Orðtøkini
Leti steikir ikki veiðu sína, men ídni er menniskjanum dýrabarur skattur.
Fyrsta Mósebók 27:5 Fyrsta Mósebók
Men Rebekka hevði lurtað, meðan Ísakur tosaði við Esau, son sín, og táið Esau var farin út á markina at skjóta eitt vilt dýr at hava heimaftur við sær,
Fyrsta Mósebók 27:33 Fyrsta Mósebók
Tá fall ovurhonds ræðsla á Ísak, og hann segði: „Hvør var tá hann, ið hevði skotið eitt vilt dýr og kom til mín við tí? Eg át av øllum, áðrenn tú komst, og signaði hann – og hann skal eisini vera signaður!“
Triðja Mósebók 11:1 Triðja Mósebók
HARRIN talaði við Móses og Áron og segði við teir:
Triðja Mósebók 11:2 Triðja Mósebók
„Talið við Ísraelsmenn og sigið: „Hesi eru dýrini, ið tit kunnu eta av øllum fýrføttum dýrum á jørðini:
Triðja Mósebók 11:3 Triðja Mósebók
Øll dýr, ið hava kleyvar, klovnar heilt niðan, og sum jótra, tey kunnu tit eta.
Triðja Mósebók 11:4 Triðja Mósebók
Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið hava kleyvar: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; – hann skal vera tykkum óreinur;
Triðja Mósebók 11:5 Triðja Mósebók
fjallagrevlingin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur;
Triðja Mósebók 11:6 Triðja Mósebók
haruna, tí víst jótrar hon, men hon hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein;
Triðja Mósebók 11:7 Triðja Mósebók
svínið, tí víst hevur tað kleyvar, og teir klovnar heilt niðan, men tað jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint.
Triðja Mósebók 11:8 Triðja Mósebók
Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey; tey skulu vera tykkum órein.
Triðja Mósebók 11:9 Triðja Mósebók
Av øllum tí, sum í vatninum livir, kunnu tit eta hetta: Alt í vatninum – bæði í sjónum og í áunum – sum hevur fjaðrar og roðslu, kunnu tit eta.
Triðja Mósebók 11:10 Triðja Mósebók
Men tað, ið ikki hevur fjaðrar og roðslu av øllum tí, ið livir í sjónum og í áunum, av øllum tí, ið vatnið er fult av – øllum livandi, sum heldur til har – skal vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:11 Triðja Mósebók
Andstygd skal tað vera tykkum; fiskin av slíkum mugu tit ikki eta, og er tað deytt, skulu tit rokna kroppin á tí fyri andstygd.
Triðja Mósebók 11:12 Triðja Mósebók
– Alt í vatninum, sum ikki hevur fjaðrar og roðslu, skal vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:13 Triðja Mósebók
Hesir eru fuglarnir, ið tit skulu rokna fyri andstygd – teir mugu ikki verða etnir, teir eru andstygd: Ørnin, gripurin, sjóørnin,
Triðja Mósebók 11:14 Triðja Mósebók
glentan, øll falkasløg,
Triðja Mósebók 11:15 Triðja Mósebók
øll ravnasløg,
Triðja Mósebók 11:16 Triðja Mósebók
strutsurin, geykurin, másin, øll heykasløg,
Triðja Mósebók 11:17 Triðja Mósebók
uglan, súlan, náttuglan,
Triðja Mósebók 11:18 Triðja Mósebók
tinsemetfuglurin, pelikanurin, rægripurin,
Triðja Mósebók 11:19 Triðja Mósebók
storkurin, øll hegrasløg, herfuglurin og flogmúsin.
Triðja Mósebók 11:20 Triðja Mósebók
Øll skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:21 Triðja Mósebók
Av øllum skriðdýrum, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, kunnu tit tó eta tey, ið oman fyri afturbeinini hava springbein at hoppa við á markini.
Triðja Mósebók 11:22 Triðja Mósebók
Av teimum kunnu tit eta hesi: Arbegrashoppur, solamgrashoppur, hargolgrashoppur og hagabgrashoppur.
Triðja Mósebók 11:23 Triðja Mósebók
Men øll onnur skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:24 Triðja Mósebók
Hesi eru dýrini, ið tit verða órein av; ein og hvør, ið nemur við kropp teirra, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds,
Triðja Mósebók 11:25 Triðja Mósebók
og ein og hvør, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds:
Triðja Mósebók 11:26 Triðja Mósebók
Øll dýr, ið hava hógvar og ikki kleyvar, og sum ikki jótra, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, verður óreinur.
Triðja Mósebók 11:27 Triðja Mósebók
Øll fýrføtt dýr, ið ganga á labbum, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds;
Triðja Mósebók 11:28 Triðja Mósebók
og tann, ið ber slíkt dýr deytt, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds. – Órein skulu tey vera tykkum.
Triðja Mósebók 11:29 Triðja Mósebók
Av smádýrum, ið á jørðini rørast, skulu hesi vera tykkum órein: Hermalínið, músin, øll fýrbeinasløg,
Triðja Mósebók 11:30 Triðja Mósebók
anakan, koadýrið, leta’an, hometdýrið og tinsemetdýrið.
Triðja Mósebók 11:31 Triðja Mósebók
Hesi eru tey, ið skulu vera tykkum órein millum øll smádýrini; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, skal vera óreinur líka til kvølds;
Triðja Mósebók 11:32 Triðja Mósebók
og alt tað, ið eitt av hesum dýrum fellur á, táið tað er deytt, verður óreint, bæði træíløt, klæði, skinn, sekkir og annars alt, ið nýtt verður til eitt ella annað arbeiði; tað skal leggjast í vatn og er óreint líka til kvølds; tá er tað reint.
Triðja Mósebók 11:33 Triðja Mósebók
Dettur eitt av teimum niður í leirílat, so verður alt tað óreint, sum í ílatinum er, og ílatið sjálvt skulu tit bróta sundur.
Triðja Mósebók 11:34 Triðja Mósebók
Allur matur, alt, ið verður tilgjørt við vatni, og alt drekka, alt, ið drukkið verður – tað verður óreint í slíkum ílati.
Triðja Mósebók 11:35 Triðja Mósebók
Alt tað, ið slíkur deyður kroppur dettur á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, so skal hann rívast niður; hann er óreinur, og hann skal vera tykkum óreinur.
Triðja Mósebók 11:36 Triðja Mósebók
Tó verða keldur og brunnar, støð, sum vatn setur at, framvegis rein; men nemur ein við sjálvan tann deyða kroppin, so verður hann óreinur.
Triðja Mósebók 11:37 Triðja Mósebók
Fellur slíkur deyður kroppur á nakað slag av korni, ið nýtt verður til frækorn, so verður kornið framvegis reint.
Triðja Mósebók 11:38 Triðja Mósebók
Men er vatn latið í frækornið, og tá slíkur deyður kroppur fellur á tað, so skal kornið verða tykkum óreint.
Triðja Mósebók 11:39 Triðja Mósebók
Doyr okkurt av teimum fýrføttu dýrunum, ið tit nýta til føði, so skal tann, ið nemur við tann deyða kroppin, vera óreinur líka til kvølds.