vegleiðarar / mentorar
5 versir um "vegleiðarar / mentorar"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
Sálmarnir 119:24 Sálmarnir
Ja, vitnisburðir Tínir eru gleði mín; teir eru ráðgevarar mínir.
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Orðtøkini 20:5 Orðtøkini
Ráð í hjarta mansins eru djúp vøtn; men vitigur maður dregur tey upp.