vatnbrunnur

10 versir um "vatnbrunnur"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 12:3 Esaias

– Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar.

4
Esaias 44:3 Esaias

Tí Eg skal hella vatn yvir hitt tysta, streymar yvir hitt turra lendi; Eg skal úthella Anda Mín yvir børn tíni og signing Mína yvir avkom títt,

3
Jeremias 2:13 Jeremias

Tí tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni.

3
Jóhannes 4:10 Jóhannes

Jesus svaraði henni: „Hevði tú kent gávu Guds, og visti tú, hvør Hann er, sum sigur við teg: „Gev Mær at drekka!“ – so hevði tú biðið Hann, og Hann hevði givið tær livandi vatn.“

3
Jóhannes 4:14 Jóhannes

Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.“

3
Esaias 49:10 Esaias

Tey skulu ikki hungra og ikki tysta, og hvørki hitt gløðandi sandhav ella sólin skal saka tey; tí Hann, sum miskunnar teimum, skal vísa teimum veg og leiða tey at vatnskeldum.

2
Jóhannes 7:37 Jóhannes

Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!

2
Jóhannes 7:38 Jóhannes

Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

2
Jóhannes 7:39 Jóhannes

Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur.

2
Opinberingin 21:6 Opinberingin

Hann segði við meg: „Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins.

2