vatn úr kletti
34 versir um "vatn úr kletti"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 17:6 Onnur Mósebók
Eg skal standa har framman fyri teg á klettinum við Horeb, og tú skalt sláa á klettin; so skal vatn renna út úr honum, so fólkið fær at drekka.“ – Hetta gjørdi nú Móses, so teir elstu í Ísrael sóu.
Fjórða Mósebók 20:1 Fjórða Mósebók
Í fyrsta mánaði* komu Ísraelsmenn, øll samkoman, til Zinsoyðimørk; og fólkið steðgaði eina tíð í Kades. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað.
Fjórða Mósebók 20:2 Fjórða Mósebók
Men samkoman hevði einki vatn; tá tóku tey seg saman móti Mósesi og Áron;
Fjórða Mósebók 20:3 Fjórða Mósebók
og fólkið kjakaðist við Móses og segði: „Høvdu vit bert doyð, ta ferðina ið brøður okkara doyðu fyri ásjón HARRANS!
Fjórða Mósebók 20:4 Fjórða Mósebók
Hví fóru tit við samkomu HARRANS út í hesa oyðimørk, so vit mugu doyggja her, bæði vit og fæ okkara?
Fjórða Mósebók 20:5 Fjórða Mósebók
Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, táið tit ætlaðu at fáa okkum á hetta ræðuliga stað, her sum hvørki er korn ella fikur, hvørki víntrø ella granatepli, ei heldur vatn at drekka?“
Fjórða Mósebók 20:6 Fjórða Mósebók
Men Móses og Áron fóru frá fólkinum og fóru at durum samkomutjaldsins; har fullu teir á andlit síni. Tá opinberaðist dýrd HARRANS fyri teimum.
Fjórða Mósebók 20:7 Fjórða Mósebók
HARRIN talaði við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 20:8 Fjórða Mósebók
„Tak stavin, og kalla samkomuna saman, tú og Áron, bróðir tín! So skalt tú tala við klettin, meðan tey síggja, og hann skal geva vatn! Soleiðis skalt tú lata vatn streyma út úr klettinum til teirra og geva bæði samkomuni og fæi hennara at drekka.“
Fjórða Mósebók 20:9 Fjórða Mósebók
Móses tók tá stavin, ið lá inni fyri ásjón HARRANS – soleiðis sum HARRIN hevði álagt honum.
Fjórða Mósebók 20:10 Fjórða Mósebók
Móses og Áron kallaðu samkomuna saman framman fyri klettin, og hann segði við tey: „Nú, tit stívrendu! Halda tit, at vit eru mentir at lata vatn streyma til tykkara út úr hesum kletti?“
Fjórða Mósebók 20:11 Fjórða Mósebók
So lyfti Móses hondina og sló við stavi sínum tvær ferðir á klettin; tá streymaði nógv vatn út, so bæði samkoman og fæ hennara fingu at drekka.
Fjórða Mósebók 20:12 Fjórða Mósebók
Men HARRIN segði við Móses og Áron: „Aftur fyri at tit trúðu ikki á Meg og halgaðu Meg ikki fyri eygum Ísraelsmanna, so skulu tit ikki leiða hetta fólk inn í landið, ið Eg havi givið teimum!“
Fjórða Mósebók 20:13 Fjórða Mósebók
– Hetta er Meribavatn, har sum Ísraelsmenn kjakaðust við HARRAN, og Hann prógvaði Seg heilagan á teimum.
Fjórða Mósebók 20:14 Fjórða Mósebók
Úr Kades sendi Móses boð til edomskong og læt siga: „So sigur bróðir tín, Ísrael: „Tú veitst, hvussu nógv ilt vit hava liðið!
Fjórða Mósebók 20:15 Fjórða Mósebók
Fedrar okkara fóru til Egyptalands, og vit búðu leingi í Egyptalandi; og Egyptar fóru illa við okkum og fedrum okkara.
Fjórða Mósebók 20:16 Fjórða Mósebók
Tá róptu vit til HARRAN, og Hann hoyrdi bøn okkara og sendi eingil og leiddi okkum út av Egyptalandi. Og nú eru vit her í Kades, býnum tætt við landamark títt.
Fjórða Mósebók 20:17 Fjórða Mósebók
Loyv okkum nú at ganga gjøgnum land títt! Vit skulu hvørki fara gjøgnum akur ella víngarð, ei heldur drekka vatn úr nøkrum brunni; eftir kongavegnum skulu vit ganga og ikki halda til viks, hvørki til høgru ella til vinstru, fyrrenn vit eru komnir ígjøgnum land títt!““
Fjórða Mósebók 20:18 Fjórða Mósebók
Men Edom svaraði: „Tú sleppur ikki at ganga gjøgnum land mítt! Gert tú tað, so komi eg við svørði ímóti tær!“
Fjórða Mósebók 20:19 Fjórða Mósebók
Tá søgdu Ísraelsmenn við hann: „Vit skulu ganga eftir almannavegnum, og drekka vit ella fæ okkara av vatni tínum, skulu vit gjalda fyri tað; tað er ikki mikið, eg biði um, eg vil bert sleppa ígjøgnum til gongu.“
Fjórða Mósebók 20:20 Fjórða Mósebók
Men hann svaraði: „Tú sleppur ikki ígjøgnum her!“ – Og Edom helt út ímóti honum við nógvum fólki og sterkt vápnaður.
Fjórða Mósebók 20:21 Fjórða Mósebók
Táið Edom soleiðis sýtti Ísrael at ganga ígjøgnum land sítt, helt Ísrael av og tók eina aðra leið.
Fjórða Mósebók 20:22 Fjórða Mósebók
Tey fóru avstað úr Kades, og Ísraelsmenn, øll samkoman, komu til Horsfjall.
Fjórða Mósebók 20:23 Fjórða Mósebók
Har, við Horsfjall, við landamark Edoms, segði HARRIN við Móses og Áron:
Fjórða Mósebók 20:24 Fjórða Mósebók
„Áron skal nú savnast til fedrar sínar; tí hann skal ikki koma inn í landið, ið Eg havi givið Ísraelsmonnum – aftur fyri at tit við Meribavatn vóru orði Mínum ólýdnir.
Fjórða Mósebók 20:25 Fjórða Mósebók
Far niðan á Horsfjall og hav við tær Áron og son hansara Eleazar!
Fjórða Mósebók 20:26 Fjórða Mósebók
Lat so Áron úr klæðum hansara, og lat Eleazar, son hansara, fara í tey! So skal Áron savnast til fedrar sínar og doyggja har.“
Fjórða Mósebók 20:27 Fjórða Mósebók
Móses gjørdi nú, sum HARRIN beyð. Teir fóru niðan á Horsfjall, so øll samkoman sá.
Fjórða Mósebók 20:28 Fjórða Mósebók
Síðani læt Móses Áron úr klæðum hansara og læt Eleazar, son hansara, fara í tey; og Áron doyði har á fjalstindinum, men Móses og Eleazar fóru oman aftur av fjallinum.
Fjórða Mósebók 20:29 Fjórða Mósebók
Táið øll samkoman skilti, at Áron var deyður, grótu tey um Áron í tríati dagar, alt hús Ísraels.
Fyrra Korintbrævið 10:1 Fyrra Korintbrævið
Eg vil ikki, brøður, at tykkum skal vera ókunnigt, at fedrar okkara vóru allir undir skýnum, gingu allir gjøgnum havið,
Fyrra Korintbrævið 10:2 Fyrra Korintbrævið
vórðu allir doyptir til Móses í skýnum og í havinum,
Fyrra Korintbrævið 10:3 Fyrra Korintbrævið
ótu allir sama andaliga mat
Fyrra Korintbrævið 10:4 Fyrra Korintbrævið
og drukku allir sama andaliga drykk; tí teir drukku av hinum andaliga kletti, ið fylgdi teimum – og kletturin var Kristus.