vatn

6 versir um "vatn"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 12:3 Esaias

– Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar.

2
Amos 5:24 Amos

Nei, dómurin skal koma fløðandi sum vatn, rættvísin sum løkur, ið aldri tornar upp!

2
Jóhannes 3:5 Jóhannes

Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.

2
Jóhannes 4:14 Jóhannes

Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.“

2
Jóhannes 7:38 Jóhannes

Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

2
Opinberingin 22:17 Opinberingin

Andin og brúðurin siga: „Kom!“ Tann, ið hoyrir, sigi: „Kom!“ Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!“

2