vapnrykkir menn / tapprar menn
115 versir um "vapnrykkir menn / tapprar menn"
Versir
Síða 2 av 3Dómararnir 11:7 Dómararnir
Jefta svaraði hinum elstu í Gilead: „Hava tit ikki hatað meg og rikið meg burtur úr húsi faðirs míns! Hví koma tit tá til mín, nú tit eru í neyð?“
Dómararnir 11:8 Dómararnir
Men hinir elstu í Gilead søgdu við Jefta: „Tí koma vit jú aftur til tín nú! Vilt tú koma við okkum í bardaga móti Ammonitum, so skalt tú vera høvdingi yvir okkum, yvir øllum, sum í Gilead búgva!“
Dómararnir 11:9 Dómararnir
Tá svaraði Jefta hinum elstu í Gilead: „Fáa tit meg nú heimaftur við tykkum, í bardaga móti Ammonitum, og HARRIN gevur teir í vald mítt, so eri tað eg, ið skal vera høvdingi tykkara!“
Dómararnir 11:10 Dómararnir
Hinir elstu í Gilead søgdu við Jefta: „HARRIN skal vera vitni okkara millum – Hann straffi okkum, gera vit ikki, sum tú sigur!“
Dómararnir 11:11 Dómararnir
So fór Jefta við hinum elstu í Gilead; fólkið gjørdi hann til høvdinga og formann sín, og í Mizpa tók hann upp aftur fyri ásjón HARRANS alt tað, ið hann hevði sagt.
Dómararnir 11:12 Dómararnir
Nú sendi Jefta boð til ammonitakong og læt siga: „Hvat er okkara millum, síðani tú kemur ímóti mær at herja á land mítt?“
Seinna Krønikubók 25:5 Seinna Krønikubók
Síðani stevndi Amazja Judamonnum saman og læt teir standa eftir fedrahúsum teirra undir høvuðsmonnunum yvir 1000 og høvuðsmonnunum yvir 100 í øllum Juda og Benjamin; táið hann taldi teir frá tjúguáraaldri og uppeftir, fekk hann at vita, at teir vóru 300000 útvaldir menn, vandir hermenn, sum bóru spjót og skjøld.
Seinna Krønikubók 25:6 Seinna Krønikubók
Haraftrat leigaði hann í Ísrael 100000 raskar hermenn fyri 100 talentir av silvuri.
Sálmarnir 144:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Jóhannes 1:2 Jóhannes
Hann var í upphavi hjá Gudi.
Jóhannes 1:3 Jóhannes
Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Jóhannes 1:4 Jóhannes
Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.
Jóhannes 1:5 Jóhannes
Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki.
Jóhannes 1:6 Jóhannes
Maður kom, sendur frá Gudi; navn hansara var Jóhannes.
Jóhannes 1:7 Jóhannes
Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum.
Jóhannes 1:8 Jóhannes
Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið.
Jóhannes 1:9 Jóhannes
Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.
Jóhannes 1:10 Jóhannes
Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki.
Jóhannes 1:11 Jóhannes
Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum.
Jóhannes 1:12 Jóhannes
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Jóhannes 1:13 Jóhannes
tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.
Jóhannes 1:14 Jóhannes
Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Jóhannes 1:15 Jóhannes
Jóhannes vitnar um Hann, rópar og sigur: „Hesin er Hann, sum eg segði um: „Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg.““
Jóhannes 1:16 Jóhannes
Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði.
Jóhannes 1:17 Jóhannes
Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi.
Jóhannes 1:18 Jóhannes
Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann.
Jóhannes 1:19 Jóhannes
Hetta er tað, ið Jóhannes vitnaði, táið Jødarnir sendu prestar og Levitar úr Jerusalem at spyrja hann, hvør hann var.
Jóhannes 1:20 Jóhannes
Tá segði hann beint fram og noktaði ikki, hann viðgekk: „Eg eri ikki Kristus.“
Jóhannes 1:21 Jóhannes
Teir spurdu hann: „Hvat tá? Ert tú Elias?“ Hann svaraði: „Tað eri eg ikki.“ „Ert tú profeturin?“ Hann svaraði: „Nei!“
Jóhannes 1:22 Jóhannes
Tá søgdu teir við hann: „Hvør ert tú? so vit fáa givið teimum svar, sum hava sent okkum; hvat sigur tú um teg sjálvan?“
Jóhannes 1:23 Jóhannes
Hann svaraði: „Eg eri rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Javnið Harranum vegin!“ sum Esaias profetur hevur sagt!“
Jóhannes 1:24 Jóhannes
Teir, ið út vóru sendir, vóru Farisearar.
Jóhannes 1:25 Jóhannes
Teir spurdu hann nú: „Hví doypir tú tá, táið tú ikki ert Kristus, ei heldur Elias, ei heldur profeturin?“
Jóhannes 1:26 Jóhannes
Jóhannes svaraði teimum: „Eg doypi í vatni; mitt ímillum tykkara stendur tann, sum tit kenna ikki,
Jóhannes 1:27 Jóhannes
Hann, sum kemur eftir meg, og sum eg ikki eri verdigur at loysa skóreimina hjá.“
Jóhannes 1:28 Jóhannes
Hetta hendi í Betania hinumegin Jordan, har sum Jóhannes doypti.
Jóhannes 1:29 Jóhannes
Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín og segði: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!
Jóhannes 1:30 Jóhannes
Hesin er tann, sum eg segði um: „Eftir meg kemur maður, sum er komin undan mær; tí Hann var, áðrenn eg.“
Jóhannes 1:31 Jóhannes
Eg kendi Hann ikki; men fyri at Hann skuldi verða Ísrael opinberaður, eri eg komin og doypi í vatni.“
Jóhannes 1:32 Jóhannes
Og Jóhannes vitnaði og segði: „Eg havi sæð Andan dala niður av Himli sum dúvu, og Hann varð verandi yvir Honum.
Jóhannes 1:33 Jóhannes
Eg kendi Hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa í vatni, segði við meg: „Tann, sum tú sært Andan dala niður yvir og verða verandi yvir, er tann, sum doypir í Heilaga Andanum.“
Jóhannes 1:34 Jóhannes
Og eg havi sæð tað, og eg havi vitnað, at hesin er Sonur Guds.“
Jóhannes 1:35 Jóhannes
Dagin eftir stóð Jóhannes aftur har, og tveir lærisveinar hansara.
Jóhannes 1:36 Jóhannes
Hann hugdi á Jesus, sum kom gangandi, og segði: „Hygg lamb Guds!“
Jóhannes 1:37 Jóhannes
Lærisveinarnir báðir hoyrdu orð hansara, og teir fóru aftan á Jesusi.
Jóhannes 1:38 Jóhannes
Tá vendi Jesus Sær á; og táið Hann sá teir koma aftan á Sær, segði Hann við teir:
Jóhannes 1:39 Jóhannes
„Hvat vilja tit?“ Teir svaraðu Honum: „Rabbi“ (sum útlagt er: Meistari), „hvar hevur Tú tilhald?“
Jóhannes 1:40 Jóhannes
Hann segði við teir: „Komið og síggið!“ Teir komu tá og sóu, hvar Hann hevði tilhald, og teir vórðu hjá Honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíman.
Jóhannes 1:41 Jóhannes
Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur.