vapnrykkir menn / tapprar menn

115 versir um "vapnrykkir menn / tapprar menn"

Versir

Síða 1 av 3
Josva 8:1 Josva

Nú segði HARRIN við Josva: „Óttast ikki og ver ikki ræddur! Tak alt herfólkið við tær, ger teg til reiðar og far ímóti Ai! Eg havi givið kongin í Ai og fólk hansara, bý hansara og land hansara í hendur tínar.

7
Josva 8:2 Josva

Tú skalt gera tað sama við Ai og kongin har, sum tú gjørdi við Jeriko og kongin har; men góðsið, ið tit ræna har, kunnu tit hava sjálvir sum herfong, somuleiðis fæið har. Legg nú menn á lúr vestan fyri býin!“

7
Josva 8:3 Josva

Tá gjørdi Josva og alt herfólkið seg til og hildu móti Ai. Josva valdi út 30000 mans, djarvar hermenn, og sendi teir avstað um náttina.

7
Josva 8:4 Josva

Hann gav teimum hetta boð: „Nú skulu tit leggja tykkum á lúr aftan fyri býin, ikki ov langt frá honum, og verið allir til reiðar!

7
Josva 8:5 Josva

Men eg og alt tað fólkið, ið hjá mær er, vit skulu nærkast býnum, og táið teir tá halda út ímóti okkum sum hina fyrru ferðina, skulu vit flýggja undan teimum.

7
Josva 8:6 Josva

So fara teir at koma út aftan á okkum, so vit fáa lokkað teir burtur frá býnum; tí teir fara at hugsa: „Teir flýggja fyri okkum sum hina fyrru ferðina!“ Men táið vit nú flýggja fyri teimum,

7
Josva 8:7 Josva

skulu tit leypa fram, haðani sum tit liggja á lúri, og taka býin, og HARRIN Gud tykkara skal geva hann í hendur tykkara.

7
Josva 8:8 Josva

Táið tit tá hava tikið býin, skulu tit seta eld á hann; tit skulu gera eftir orði HARRANS. Nú havi eg sagt tykkum tað, ið tit skulu gera!“

7
Josva 8:9 Josva

So sendi Josva teir avstað, og teir fóru og løgdu seg á lúr millum Betel og Ai, vestan fyri Ai. Men Josva sjálvur varð verandi hjá fólkinum ta náttina.

7
Josva 8:10 Josva

Tíðliga morgunin eftir kannaði Josva fólkið, og hann og hinir elstu í Ísrael fóru á odda hjá fólkinum móti Ai.

7
Josva 8:11 Josva

Alt herfólkið, ið við honum var, fór hagar, og teir hildu fram, inntil teir vóru beint fyri býnum; har tóku teir støðu, norðan fyri Ai, og høvdu dalin millum seg og Ai.

7
Josva 8:12 Josva

Og hann tók um 5000 mans og legði teir á lúr millum Betel og Ai, vestan fyri býin.

7
Josva 8:13 Josva

Síðani fylktu teir herfólkið, bæði allan herin, ið norðan fyri býin var, og tann partin, ið lá á lúri vestan fyri býin; men Josva fór hesa somu náttina mitt oman í dalin.

7
Josva 8:14 Josva

Táið kongurin í Ai sá hetta, skundaðu býmenninir sær, hann sjálvur og alt fólk hansara, og herjaðu tíðliga um morgunin á til bardaga móti Ísrael á tí ásetta staðnum eystan fyri slættlendið; men hann visti ikki, at menn lógu á lúri móti honum vestan fyri býin.

7
Josva 8:15 Josva

Táið nú Josva og alt Ísrael lótust at tapa fyri teimum og flýddu yvir ímóti oyðimørkini,

7
Josva 8:16 Josva

varð alt fólkið í býnum stevnt saman at halda aftan á teimum, og meðan teir eltu Josva, komu teir longur og longur burtur frá býnum.

7
Josva 8:17 Josva

Ikki ein maður varð eftir í Ai og Betel; teir hildu allir avstað eftir Ísrael; býin lótu teir standa opnan eftir seg, meðan teir eltu Ísrael.

7
Josva 8:18 Josva

Tá segði HARRIN við Josva: „Rætt spjótið, ið tú hevur í hondini, út móti Ai! Tí Eg gevi býin í hendur tínar.“ Josva rætti tá spjótið, ið hann hevði í hondini, út móti býnum.

7
Josva 8:19 Josva

Við tað sama sum hann rætti út hondina, hildu teir avstað, sum lógu á lúri, haðani sum teir lógu; teir vóru kvikir og komu inn í býin og tóku hann og skundaðu sær síðani at seta eld á hann.

7
Josva 8:20 Josva

Táið nú menninir úr Ai vendu sær á, sóu teir roykin av býnum stíga upp móti himli; og teir fingu ongan veg flýtt, hvørki higar ella hagar; tí herfólkið, sum flýtt hevði í oyðimørkina, vendi sær nú móti teimum, ið eltu teir.

7
Josva 8:21 Josva

Tí táið Josva og alt Ísrael sóu, at teir, ið høvdu ligið á lúri, høvdu tikið býin, og at roykurin av býnum steig upp, vendu teir sær og gjørdu álop á menninar úr Ai.

7
Josva 8:22 Josva

Og hinir hildu út úr býnum ímóti teimum, so at teir komu mitt ímillum Ísraelsmenn og fingu teir rundan um seg frá báðum síðum. So høgdu teir teir niður og lótu ikki so mikið sum ein sleppa undan og bjarga sær.

7
Josva 8:23 Josva

Men kongin í Ai tóku teir livandi og komu til Josva við honum.

7
Josva 8:24 Josva

Táið Ísrael nú úti á opnari mark, í oyðimørkini, hevði høgt niður allar teir, sum í Ai búðu, og sum høvdu elt teir hagar, og teir allir, líka til síðsta mann, vóru falnir fyri svørði, tá fór alt Ísrael aftur til Ai og høgdi niður við svørði øll, ið har vóru.

7
Josva 8:25 Josva

Tey, ið fullu henda dagin, menn og kvinnur, vóru 12000 – øll, sum í Ai búðu.

7
Josva 8:26 Josva

Josva tók ikki aftur hond sína, sum hann hevði rætt út við spjótinum, fyrrenn hann hevði sligið við banni øll, sum í Ai búðu.

7
Josva 8:27 Josva

Bert fæið og góðsið, ið teir rændu í hesum býi, hevði Ísrael sum herfong – eftir orði HARRANS, soleiðis sum Hann hevði sagt við Josva.

7
Josva 8:28 Josva

Josva brendi Ai av og gjørdi hann til ævigan eyrdunga – til ta oyðimørk, ið hann er enn í dag.

7
Josva 8:29 Josva

Men kongin í Ai læt hann heingja á træ, og har hekk hann til kvølds; táið sólin gekk undir, segði Josva við teir, at teir skuldu taka lík hansara niður av trænum og tveita tað uttan fyri býportrið; har laðaðu teir yvir hann stóra grótrúgvu, sum er har enn í dag.

7
Josva 8:30 Josva

Tá reisti Josva HARRANUM Gudi Ísraels altar á Ebalsfjalli,

7
Josva 8:31 Josva

soleiðis sum tænari HARRANS Móses hevði álagt Ísraelsmonnum – eftir tí, ið skrivað stendur í lógbók Mósesar, altar av óhøgdum gróti, sum einki jarnamboð var sett á; á tí ofraðu teir HARRANUM brennioffur og drópu takkoffur.

7
Josva 8:32 Josva

Og hann læt har á steinarnar seta avskrift av Móselóg – lógini, ið Móses hevði skrivað og lagt fram fyri Ísraelsmenn.

7
Josva 8:33 Josva

Og alt Ísrael við elstu, umsjónarmonnum og dómarum sínum stóð báðumegin ørkina, beint yvir av hinum levitisku prestunum, ið bóru sáttmálaørk HARRANS – alt Ísrael, bæði hini fremmandu og Ísraelsmenn, onnur helvtin yvir ímóti Garizimsfjalli, og onnur yvir ímóti Ebalsfjalli – soleiðis sum tænari HARRANS Móses áður hevði givið boð um at signa Ísraelsfólk.

7
Josva 8:34 Josva

Síðani las hann upp øll orðini í lógini, signingina og bannið – á allan hátt so sum skrivað stendur í lógbókini.

7
Josva 8:35 Josva

Ikki var eitt orð av øllum, ið Móses hevði givið boð um, sum Josva ikki las upp fyri allari samkomu Ísraels við bæði kvinnum og børnum og fyri hinum fremmandu, ið við teimum vóru komin.

7
Dómararnir 6:12 Dómararnir

Eingil HARRANS vísti seg fyri honum og segði við hann: „HARRIN er við tær, djarvi kappi!“

7
Fyrra Krønikubók 12:8 Fyrra Krønikubók

Av Gaditum góvu nakrir seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini, djarvir kappar, krígsvandir hermenn, vápnaðir við skjøldi og spjóti; teir vóru sum leyvur at síggja og kvikir sum skógargeitir á fjøllunum.

3
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið

Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,

3
Fyrra Pætursbrævið 2:10 Fyrra Pætursbrævið

tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds, tit, sum ikki høvdu funnið miskunn, men nú hava fingið miskunn.

3
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið

Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!

3
Fimta Mósebók 20:1 Fimta Mósebók

„Táið tú fert í bardaga móti fígginda tínum, og tú sært hestar og vagnar og meiri herfólk, enn tú hevur sjálvur, mást tú ikki ræðast teir; tí HARRIN Gud tín er við tær, Hann, sum leiddi teg út av Egyptalandi.

2
Fimta Mósebók 20:2 Fimta Mósebók

Táið tit so skulu herja á í bardaga, skal presturin stíga fram og tala til fólkið.

2
Fimta Mósebók 20:3 Fimta Mósebók

Hann skal siga við teir: „Hoyr, Ísrael! Tit halda í dag út í bardaga móti fíggindum tykkara; latið ikki mótið falla, óttist ikki, verið ikki bangnir, ræðist teir ikki!

2
Fimta Mósebók 20:4 Fimta Mósebók

Tí HARRIN Gud tykkara kemur sjálvur við tykkum at berjast fyri tykkum móti fíggindum tykkara og bjarga tykkum.“

2
Dómararnir 11:1 Dómararnir

Jefta Gileaditur var veldigur kappi. Men hann var skøkjusonur; faðir hansara var Gilead.

2
Dómararnir 11:2 Dómararnir

Eisini við konu síni átti Gilead synir; og táið synir konunnar komu til, róku teir Jefta burt og søgdu við hann: „Tú fært ikki part í arvinum eftir pápa, tí tú ert sonur fremmanda kvinnu!“

2
Dómararnir 11:3 Dómararnir

Jefta flýddi tá fyri brøðrum sínum og búsettist í landinum Tob; har savnaðist ein flokkur av vánamonnum um hann og vóru við honum á ferðum hansara.

2
Dómararnir 11:4 Dómararnir

So gekk ein tíð; tá var tað, Ammonitar herjaðu á Ísrael.

2
Dómararnir 11:5 Dómararnir

Og táið Ammonitar byrjaðu bardaga móti Ísrael, fóru hinir elstu í Gilead avstað at fáa Jefta heimaftur úr landinum Tob.

2
Dómararnir 11:6 Dómararnir

Teir søgdu við Jefta: „Kom og ver formaður okkara, so skulu vit halda ímóti Ammonitum!“

2