vápn
77 versir um "vápn"
Versir
Síða 1 av 2Prædikarin 9:18 Prædikarin
Vísdómur er betri enn vápn; men um tað so bert er ein syndari, kann hann spilla nógv gott.
Matteus 26:52 Matteus
Tá segði Jesus við hann: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.
Matteus 26:53 Matteus
Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum!
Matteus 26:54 Matteus
Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!“
Lukas 11:21 Lukas
Táið hin sterki vápnaður heldur vakt um garð sín, verður tað, sum hann eigur, í friði.
Lukas 11:22 Lukas
Men táið ein, sum sterkari er enn hann, heldur á hann og vinnur hann, tekur hann frá honum bæði vápn og herklæði, alt, ið hann leit á, og skiftir sundur fongin, ið hann hevur tikið frá honum.
Fyrsta Mósebók 9:5 Fyrsta Mósebók
Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans.
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók
Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.
Sálmarnir 144:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,
Matteus 10:28 Matteus
Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!
Lukas 22:36 Lukas
Hann segði við teir: „Men nú – tann, ið hevur pung, taki hann við, somuleiðis tasku, og tann, ið einki svørð hevur, selji kappa sín og keypi sær eitt!
Seinna Korintbrævið 10:4 Seinna Korintbrævið
vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki
Triðja Mósebók 26:1 Triðja Mósebók
„Tit mugu ikki gera tykkum avgudar; skurðmyndir ella minnissteinar mugu tit ikki reisa tykkum og ikki seta steinar við myndum í landi tykkara fyri at tilbiðja hjá teimum; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 26:2 Triðja Mósebók
Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ærufrykt. – Eg eri HARRIN!
Triðja Mósebók 26:3 Triðja Mósebók
Akta tit nú lógir Mínar og halda boð Míni og gera eftir teimum,
Triðja Mósebók 26:4 Triðja Mósebók
so skal Eg senda tykkum regnið í rættari tíð, so at jørðin gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín.
Triðja Mósebók 26:5 Triðja Mósebók
Treskitíðin skal vara hjá tykkum, líka til vínheystið byrjar, og vínheystið skal vara, til kornið verður sáað. Tit skulu eta tykkum mett av breyði tykkara og búgva trygg í landi tykkara.
Triðja Mósebók 26:6 Triðja Mósebók
Eg skal geva frið í landinum, so tit kunnu leggjast til hvíldar, uttan at nakar ræðir tykkum upp; Eg skal avoyða tey villu dýrini í landinum, og einki svørð skal gera ófrið í landi tykkara.
Triðja Mósebók 26:7 Triðja Mósebók
Tit skulu jagstra fíggindar tykkara, og teir skulu falla fyri svørði tykkara.
Triðja Mósebók 26:8 Triðja Mósebók
Fimm av tykkum skulu reka hundrað, hundrað av tykkum skulu reka tíggju túsund, og fíggindar tykkara skulu falla fyri svørði tykkara.
Triðja Mósebók 26:9 Triðja Mósebók
Eg skal venda Mær til tykkara, gera tykkum fruktbør og lata tykkum nørast; og Eg skal staðfesta sáttmála Mín við tykkum.
Triðja Mósebók 26:10 Triðja Mósebók
Tit skulu hava gamalt korn at eta, inntil tit noyðast at beina tað burt fyri at fáa rúm til tað nýggja.
Triðja Mósebók 26:11 Triðja Mósebók
Eg skal reisa bústað Mín mitt ímillum tykkara, og sál Mín skal ikki vraka tykkum.
Triðja Mósebók 26:12 Triðja Mósebók
Eg skal ferðast mitt ímillum tykkara og vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt.
Triðja Mósebók 26:13 Triðja Mósebók
– Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi, so tit skuldu ikki longur vera trælir teirra; Eg breyt okstengur tykkara og læt tykkum ganga upprætt.
Triðja Mósebók 26:14 Triðja Mósebók
Men akta tit Meg ikki, og gera tit ikki eftir øllum hesum boðum –
Triðja Mósebók 26:15 Triðja Mósebók
vanvirða tit fyriskipanir Mínar og vraka lógir Mínar, so tit halda ikki øll boð Míni, men bróta sáttmála Mín,
Triðja Mósebók 26:16 Triðja Mósebók
so skal Eg geva tykkum líka fyri líka; Eg skal heimsøkja tykkum við ræðuligum vanlukkum, við tærandi sjúku og brennandi fepri, so at eygu tykkara sløkna, og sálin ørmaktast. Til onga nyttu skulu tit sáa sáð tykkara, tí fíggindar tykkara skulu eta tað upp.
Triðja Mósebók 26:17 Triðja Mósebók
Eg skal seta ásjón Mína ímóti tykkum, og fíggindar tykkara skulu vinna sigur á tykkum; teir, ið hata tykkum, skulu valda yvir tykkum, og tit skulu flýggja, tóat eingin er eftir tykkum.
Triðja Mósebók 26:18 Triðja Mósebók
Akta tit Meg so kortini ikki, skal Eg tykta tykkum enn meiri, ja, sjeyfalt, fyri syndir tykkara.
Triðja Mósebók 26:19 Triðja Mósebók
Eg skal bróta hugmóð og styrki tykkara; Eg skal lata himmal tykkara verða sum jarn og jørð tykkara sum kopar.
Triðja Mósebók 26:20 Triðja Mósebók
Til onga nyttu skulu tit oyða kraft tykkara burtur; tí land tykkara skal ikki geva grøði sína, og trøini í landinum skulu ikki geva ávøkst sín.
Triðja Mósebók 26:21 Triðja Mósebók
Standa tit Mær tá kortini ímóti og vilja ikki akta Meg, so skal Eg sláa tykkum enn meiri, ja, sjeyfalt, sum syndir tykkara hava uppiborið.
Triðja Mósebók 26:22 Triðja Mósebók
Eg skal senda villdýr ímóti tykkum, og tey skulu ræna børn tykkara frá tykkum, týna fæ tykkara og minka um tal tykkara, so at vegir tykkara verða oydnir.
Triðja Mósebók 26:23 Triðja Mósebók
Lata tit tykkum so kortini ikki tykta av Mær, men standa Mær ímóti,
Triðja Mósebók 26:24 Triðja Mósebók
so skal eisini Eg standa tykkum ímóti og sláa tykkum sjeyfalt meiri fyri syndir tykkara.
Triðja Mósebók 26:25 Triðja Mósebók
Eg skal lata tykkum verða rámt av hevndarsvørði, ið skal hevna sáttmálan; og søkja tit tykkum skjól í býum tykkara, so skal Eg senda pest ímillum tykkara, og tit skulu falla í hond fíggindans.
Triðja Mósebók 26:26 Triðja Mósebók
Eg skal minka so um breyðið, ið var styrki og stuðul tykkara, at tíggju kvinnur skulu baka breyð tykkara í einum ovni og geva tykkum breyðið aftur eftir vekt, so tit fáa ikki etið tykkum mett.
Triðja Mósebók 26:27 Triðja Mósebók
Akta tit Meg nú kortini ikki, men standa Mær ímóti,
Triðja Mósebók 26:28 Triðja Mósebók
so skal eisini Eg í vreiði standa tykkum ímóti og tykta tykkum sjeyfalt meiri fyri syndir tykkara.
Triðja Mósebók 26:29 Triðja Mósebók
Tit skulu eta kjøtið av sonum tykkara og kjøtið av døtrum tykkara.
Triðja Mósebók 26:30 Triðja Mósebók
Eg skal leggja offurheyggjar tykkara í oyði og beina fyri sólstólpum tykkara; Eg skal dunga líkini av tykkum oman á teir deyðu kropparnar av andstyggiligu avgudum tykkara, og sál Míni skal standast við tykkum.
Triðja Mósebók 26:31 Triðja Mósebók
Eg skal gera býir tykkara til oyðimørk og leggja halgidómar tykkara í oyði, og Eg skal ikki njóta hin góða angan av ofrum tykkara.
Triðja Mósebók 26:32 Triðja Mósebók
Eg skal leggja land tykkara í oyði, so at fíggindar tykkara, sum búgva í tí, skulu óttast um tað;
Triðja Mósebók 26:33 Triðja Mósebók
tykkum sjálv skal Eg spjaða millum heidningarnar, og við drignum svørði skal Eg elta tykkum; land tykkara skal verða oyðið, og býir tykkara oyðimørk.
Triðja Mósebók 26:34 Triðja Mósebók
Tá skal landið fáa sabbatsár síni aftur – alla ta tíð tað liggur oyðið, meðan tit eru í landi fíggindans – ja, tá skal landið hvíla og fáa sabbatsár síni aftur!
Triðja Mósebók 26:35 Triðja Mósebók
Alla tíðina, ið tað liggur oyðið, skal tað hava hvíld – hvíldina, ið tað ikki fekk sabbatsár tykkara, táið tit búðu har.
Triðja Mósebók 26:36 Triðja Mósebók
Og tey, ið eftir verða av tykkum, teimum skal Eg geva mótleyst hjarta í landi fíggindans, so ljóðið av fúkandi blaði skal fáa tey at flýggja; tey skulu flýggja, sum ein flýggjar fyri svørði, og falla, tóat eingin er eftir teimum.
Triðja Mósebók 26:37 Triðja Mósebók
Tey skulu falla, hvørt um annað, sum svørð hevði verið eftir teimum – tóat eingin er eftir teimum. Ja, tit skulu ikki verða ment at standa móti fíggindum tykkara.
Triðja Mósebók 26:38 Triðja Mósebók
Tit skulu ganga til grundar millum heidningarnar, og land fígginda tykkara skal eta tykkum upp.