vanvit / sinnisórógv

67 versir um "vanvit / sinnisórógv"

Versir

Síða 2 av 2
Sálmarnir 90:8 Sálmarnir

Misgerðir okkara hevur Tú sett Tær fyri eyga, duldu synd okkara í ljós andlits Tíns.

2
Sálmarnir 90:9 Sálmarnir

Tí allir dagar okkara svinna burt í vreiði Tíni; vit hava livað ár okkara at enda sum eitt suff.

2
Sálmarnir 90:10 Sálmarnir

Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.

2
Sálmarnir 90:11 Sálmarnir

Hvør kennir styrki vreiði Tínar, og bræði Tína, soleiðis sum ein eigur at óttast Teg!

2
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir

At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!

2
Sálmarnir 90:13 Sálmarnir

Vend við, HARRI! Hvussu leingi? Tykst synd í tænarum Tínum!

2
Sálmarnir 90:14 Sálmarnir

Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara!

2
Sálmarnir 90:15 Sálmarnir

Gleð okkum, so mangar dagar sum Tú hevur eyðmýkt okkum, so mong ár sum vit hava liðið ilt!

2
Sálmarnir 90:16 Sálmarnir

Lat verk Títt opinberast tænarum Tínum og dýrd Tína yvir børnum teirra!

2
Sálmarnir 90:17 Sálmarnir

Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!

2
Orðtøkini 25:28 Orðtøkini

Sum opin býur við niðurbrotnum múrum er tann maður, ið ikki fær stýrt sinni sínum.

2
Prædikarin 9:3 Prædikarin

Tað er tað ringa við øllum, ið undir sólini hendir, at øllum gongst líka; tí er eisini hjarta menniskjanna fult av tí, sum ónt er, og dárskapur er í hjarta teirra, so leingi sum tey liva, og síðani mugu tey avstað niður til hini deyðu.

2
Matteus 4:24 Matteus

Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.

2
Matteus 17:15 Matteus

„Harri! Miskunna syni mínum! Hann hevur niðurfalssjúku og pínist svárliga; ofta dettur hann í eld, og ofta í vatn.

2
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

2
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,

2
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.

2