vanvit / sinnisórógv

67 versir um "vanvit / sinnisórógv"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.

8
Jóhannes 10:20 Jóhannes

Nógvir av teimum søgdu: „Hann er settur av illum anda og frá Sær sjálvum! Hví lurta tit eftir Honum!“

7
Fyrra Sámuelsbók 18:10 Fyrra Sámuelsbók

Dagin eftir kom illur andi frá Gudi á Saul, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid spældi á hørpuni, sum hann hvønn dag var vanur. Saul hevði spjót í hondini,

5
Esaias 41:10 Esaias

– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

5
Markus 3:21 Markus

Táið nú skyldfólk Hansara fingu hetta at hoyra, fóru tey út at fáa fatur á Honum; tí tey søgdu: „Hann er frá Sær sjálvum!“

5
Lukas 8:35 Lukas

Fólk kom tá út at síggja tað, sum hent hevði; tey komu til Jesus og funnu mannin, ið hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi við føtur Jesusar, ílatnan og við seg sjálvan; tá óttaðust tey.

5
Matteus 7:1 Matteus

„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,

4
Matteus 7:2 Matteus

og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.

4
Matteus 7:3 Matteus

Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?

4
Matteus 7:4 Matteus

Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!

4
Matteus 7:5 Matteus

Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!

4
Matteus 7:6 Matteus

Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!

4
Matteus 7:7 Matteus

Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!

4
Matteus 7:8 Matteus

Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.

4
Matteus 7:9 Matteus

Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð,

4
Matteus 7:10 Matteus

ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk!

4
Matteus 7:11 Matteus

Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!

4
Matteus 7:12 Matteus

Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.

4
Matteus 7:13 Matteus

Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað;

4
Matteus 7:14 Matteus

og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.

4
Matteus 7:15 Matteus

Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!

4
Matteus 7:16 Matteus

Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!

4
Matteus 7:17 Matteus

Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.

4
Matteus 7:18 Matteus

Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.

4
Matteus 7:19 Matteus

Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.

4
Matteus 7:20 Matteus

Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.

4
Matteus 7:21 Matteus

Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.

4
Matteus 7:22 Matteus

Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“

4
Matteus 7:23 Matteus

Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“

4
Matteus 7:24 Matteus

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.

4
Matteus 7:25 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.

4
Matteus 7:26 Matteus

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

4
Matteus 7:27 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“

4
Matteus 7:28 Matteus

Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara;

4
Matteus 7:29 Matteus

tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.

4
Rómverjabrævið 7:18 Rómverjabrævið

Tí eg veit, at í mær – í holdi mínum – býr einki gott; viljan havi eg, men at gera hitt góða eri eg ikki mentur.

4
Rómverjabrævið 7:19 Rómverjabrævið

Hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg.

4
Rómverjabrævið 7:20 Rómverjabrævið

Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, so er tað ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr.

4
Ápostlasøgan 26:24 Ápostlasøgan

Táið hann á henda hátt vardi seg, segði Festus hart: „Tú ert frá tær sjálvum, Paulus! Hesin nógvi lærdómur ger teg svakan!“

3
Ápostlasøgan 26:25 Ápostlasøgan

Men Paulus svaraði: „Eg eri ikki frá mær sjálvum, mektigasti Festus, nei, eg tali sonn orð við góðum skili!

3
Fyrra Sámuelsbók 21:13 Fyrra Sámuelsbók

Tí lætst hann óður fyri eygum teirra og bar seg at sum eitt vitleyst, táið teir royndu at halda honum; hann skrivaði á hurðar portursins og læt slevuna renna niður í skeggið.

2
Fyrra Sámuelsbók 21:14 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Akis við tænarar sínar: „Tit síggja jú, at hetta er óður maður – hví koma tit til mín við honum!

2
Fyrra Sámuelsbók 21:15 Fyrra Sámuelsbók

Havi eg ikki nóg mikið av óðum fólki, síðani tit koma higar við hesum manni, so hann skal plága meg við vitloysi sínum! Skuldi slíkur sloppið í hús mítt!“

2
Sálmarnir 90:1 Sálmarnir

Bøn. Eftir gudsmannin Móses. HARRI, Tú hevur verið bústaður okkara mann eftir mann!

2
Sálmarnir 90:2 Sálmarnir

Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!

2
Sálmarnir 90:3 Sálmarnir

Menniskjað gert Tú aftur til dust; Tú sigur: „Vendið við aftur, tit menniskjabørn!“

2
Sálmarnir 90:4 Sálmarnir

Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.

2
Sálmarnir 90:5 Sálmarnir

Tú skolar tey burt, tey verða sum svøvnur. Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør;

2
Sálmarnir 90:6 Sálmarnir

um morgunin blómar tað og grør, um kvøldið er tað følnað og turt.

2
Sálmarnir 90:7 Sálmarnir

Tí við vreiði Tíni svinna vit burtur, og við bræði Tíni verða vit rykt burtur við ræðslu.

2