vantrúgv og ótrúfesti
7 versir um "vantrúgv og ótrúfesti"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Timoteusarbrævið 2:13 Seinna Timoteusarbrævið
eru vit ótrúgv, verður Hann tó verandi trúgvur, tí avnokta Seg sjálvan kann Hann ikki.
Hoseas 4:1 Hoseas
Hoyrið orð HARRANS, tit Ísraelsmenn! Tí HARRIN hevur søk við tey, sum í landinum búgva; tí eingin sannleiki, eingin kærleiki og eingin kunnskapur um Gud er í landinum.
Hoseas 4:2 Hoseas
Tey svørja, lúgva, myrða, stjala, horast og bróta inn í húsini, og blóð verður úthelt samt og javnt.
Lukas 18:8 Lukas
Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt. Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?“
Rómverjabrævið 3:3 Rómverjabrævið
Tí hvat! Um nakrir vóru ótrúgvir, skal tá ótrúskapur teirra gera trúfesti Guds til einkis!
Rómverjabrævið 14:23 Rómverjabrævið
Men tann, ið ivast – etur hann, er hann dómfeldur, tí hann gjørdi tað ikki av trúgv. Alt, ið ikki er av trúgv, er synd.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“