vakurleiki jarðarinnar
82 versir um "vakurleiki jarðarinnar"
Versir
Síða 2 av 2Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Esaias 40:26 Esaias
Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! – Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!
Esaias 65:17 Esaias
Tí Eg skapi nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug.
Opinberingin 4:11 Opinberingin
„Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“
Fyrsta Mósebók 2:1 Fyrsta Mósebók
Soleiðis fullførdust himmalin og jørðin og allur herur teirra.
Fyrsta Mósebók 2:2 Fyrsta Mósebók
Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt.
Fyrsta Mósebók 2:3 Fyrsta Mósebók
Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti.
Fyrsta Mósebók 2:4 Fyrsta Mósebók
Hetta er søgan um himmal og jørð, táið tey vórðu skapt, tann dag ið Gud HARRIN gjørdi jørð og himmal:
Fyrsta Mósebók 2:5 Fyrsta Mósebók
Enn var á jørðini eingin runnur á markini, og ongar urtir vóru enn vaksnar upp á markini; tí Gud HARRIN hevði ikki latið regna á jørðini, og einki menniskja var at dýrka jørðina.
Fyrsta Mósebók 2:6 Fyrsta Mósebók
Tá steig toka upp úr jørðini og vatnaði alla markina.
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Fyrsta Mósebók 2:8 Fyrsta Mósebók
Síðani plantaði Gud HARRIN urtagarð í Eden, úti eysturi, og har setti Hann menniskjað, sum Hann hevði myndað.
Fyrsta Mósebók 2:9 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN læt upp av jørðini vaksa alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av, eisini træ lívsins, sum stóð mitt í urtagarðinum, og træið til kunnskap um gott og ilt.
Fyrsta Mósebók 2:10 Fyrsta Mósebók
Ein á rann út úr Eden; hon vatnaði urtagarðin, og síðani skilti hon seg sundur í fýra høvuðsgreinar.
Fyrsta Mósebók 2:11 Fyrsta Mósebók
Hin fyrsta eitur Pison; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa.
Fyrsta Mósebók 2:12 Fyrsta Mósebók
Gullið í tí landi er gott; har fæst eisini bdellium og sjóamsteinur.
Fyrsta Mósebók 2:13 Fyrsta Mósebók
Onnur áin eitur Gihon; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Kus.
Fyrsta Mósebók 2:14 Fyrsta Mósebók
Triðja áin eitur Hiddekel; tað er hon, ið rennur eystan fyri Assur. Fjórða áin er Frat.
Fyrsta Mósebók 2:15 Fyrsta Mósebók
So tók Gud HARRIN Ádam og setti hann í urtagarðin Eden at dýrka hann og varðveita hann.
Fyrsta Mósebók 2:16 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN gav Ádami hetta boð: „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum
Fyrsta Mósebók 2:17 Fyrsta Mósebók
uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“
Fyrsta Mósebók 2:18 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN segði nú: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.“
Fyrsta Mósebók 2:19 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN hevði úr jørðini myndað øll dýr á markini og allar fuglar undir himli; og Hann leiddi tey til Ádam fyri at vita, hvat hann fór at kalla tey; tað, ið Ádam kallaði hvønn livandi skapning, tað skuldi vera navn hansara.
Fyrsta Mósebók 2:20 Fyrsta Mósebók
Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum.
Fyrsta Mósebók 2:21 Fyrsta Mósebók
Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi.
Fyrsta Mósebók 2:22 Fyrsta Mósebók
Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam.
Fyrsta Mósebók 2:23 Fyrsta Mósebók
Tá segði Ádam: „Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.“
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Fyrsta Mósebók 2:25 Fyrsta Mósebók
– Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara; men tey blúgvaðust ikki.
Sálmarnir 24:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva.
Lukas 12:27 Lukas
Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Fyrra Korintbrævið 2:9 Fyrra Korintbrævið
Vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“