vaktsmaður á múrinum
64 versir um "vaktsmaður á múrinum"
Versir
Síða 2 av 2Opinberingin 17:5 Opinberingin
Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: „Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.“
Opinberingin 17:6 Opinberingin
Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana.
Opinberingin 17:7 Opinberingin
Eingilin segði við meg: „Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini.
Opinberingin 17:8 Opinberingin
Dýrið, ið tú sást, hevur verið – og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva – tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins – skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var – og er ikki – og skal koma.
Opinberingin 17:9 Opinberingin
Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;
Opinberingin 17:10 Opinberingin
tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð.
Opinberingin 17:11 Opinberingin
Dýrið, sum var – og er ikki – er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey – og fer burtur til fortaping.
Opinberingin 17:12 Opinberingin
Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma – saman við dýrinum.
Opinberingin 17:13 Opinberingin
Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum.
Opinberingin 17:14 Opinberingin
Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra – tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu – tí tað er Harri harra og Kongur konga.“
Opinberingin 17:15 Opinberingin
Hann segði við meg: „Vøtnini, ið tú sást – har sum skøkjan situr – eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál.
Opinberingin 17:16 Opinberingin
Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið – hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp.
Opinberingin 17:17 Opinberingin
Tí Gud hevur givið teimum í hjarta at fullføra hugsan Sína og at gera eftir einum og sama sinni – geva dýrinum kongavald teirra, inntil orð Guds eru fullførd.
Opinberingin 17:18 Opinberingin
Kvinnan, ið tú sást, er hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar.“