vaktsmaður

194 versir um "vaktsmaður"

Versir

Síða 1 av 4
Dániel 4:13 Dániel

Framvegis sá eg í sjónunum, sum fram fyri meg komu á legu míni, at heilagur vaktari kom niður av himli.

16
Dániel 4:17 Dániel

So er avgjørt – vaktararnir hava ráðlagt tað – og eftir boðum hinna heilagu er hetta mál avgjørt – fyri at øll, ið liva, skulu sanna, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni, letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað – og setur tann, ið minst hevur at týða millum menniskjuni, at ráða yvir tí.“

12
Dániel 4:23 Dániel

Men at kongurin sá heilagan vaktara koma niður av himli og siga: „Fellið træið og forkomið tí, men latið bulin við rótunum standa eftir í jørðini, men í leinkjum av jarni og kopari, mitt í grasinum á markini! Av døgg himmalsins skal hann verða vátur, og hann skal hava sama lut sum dýrini á markini, inntil sjey tíðir eru gingnar yvir hann“

11
Fyrsta Mósebók 6:1 Fyrsta Mósebók

Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum,

9
Fyrsta Mósebók 6:2 Fyrsta Mósebók

sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.

9
Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók

Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“

9
Fyrsta Mósebók 6:4 Fyrsta Mósebók

Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini – táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu.

9
Esaias 62:6 Esaias

Á múrar tínar, Jerusalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina – tit, sum áminna HARRAN, unnið tykkum ongan frið!

7
Ezekiel 33:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

7
Ezekiel 33:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Tala við landsmenn tínar og sig við teir: Táið Eg lati svørð koma yvir land, og fólkið í landinum tekur mann úr flokki sínum og setur sær hann til vaktara,

7
Ezekiel 33:3 Ezekiel

og hann sær svørðið koma yvir landið og blæsur í lúður og ávarar fólkið,

7
Ezekiel 33:4 Ezekiel

men tann, ið hoyrir lúðrarljóðið, tekur ikki við ávaring, og svørðið so kemur og rívur hann burt – tá skal blóð hansara koma yvir hansara egna høvd.

7
Ezekiel 33:5 Ezekiel

Hann hoyrdi lúðrarljóðið, men tók ikki við ávaring – blóð hansara skal koma yvir hann sjálvan; men hevði hann tikið við ávaring, hevði hann bjargað lívinum.

7
Ezekiel 33:6 Ezekiel

Men táið vaktarin sær svørðið koma og blæsur ikki í lúður – og fólkið so ikki verður ávarað – og svørðið kemur og rívur burt ein teirra, tá verður hann víst rivin burt fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond vaktarans.

7
Ezekiel 33:7 Ezekiel

– Teg, menniskjasonur, havi Eg sett húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær.

7
Ezekiel 33:8 Ezekiel

Táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú gudleysi, tú skalt vissuliga doyggja!“ og tú ikki talar og ávarar hin gudleysa um atburð hansara, so skal hann – hin gudleysi – doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni.

7
Ezekiel 33:9 Ezekiel

Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa um atburð hansara, at hann má venda við frá honum, men hann vendir ikki við frá atburði sínum, so skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað sál tíni.

7
Ezekiel 33:10 Ezekiel

Tú, menniskjasonur! Sig við hús Ísraels: Tit siga: „Misbrot okkara og syndir okkara níva á okkum; tey gera, at vit følna burtur; hvussu kunnu vit tá liva!“

7
Ezekiel 33:11 Ezekiel

Sig við tey: So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – havi Eg ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum og livir! Vendið við, vendið við av óndu leiðum tykkara! Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels?

7
Ezekiel 33:12 Ezekiel

Tú menniskjasonur! Sig við landsmenn tínar: Rættvísi hins rættvísa skal ikki frelsa hann, tann dag hann syndar, og gudloysi hins gudleysa skal ikki fella hann, tann dag hann vendir við frá gudloysi sínum – líka lítið sum hin rættvísi skal kunna liva av rættvísi síni, tann dag hann syndar.

7
Ezekiel 33:13 Ezekiel

Táið Eg sigi um hin rættvísa: „Hann skal vissuliga liva!“ og hann tá dúvar upp á rættvísi sína og ger órætt, so skal eingin av rættvísigerðum hansara verða honum tilroknað, nei, fyri órættin, ið hann hevur gjørt, skal hann doyggja.

7
Ezekiel 33:14 Ezekiel

Og táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú skalt vissuliga doyggja!“ og hann tá vendir við frá synd síni og ger rætt og rættvísi,

7
Ezekiel 33:15 Ezekiel

so at hann, hin gudleysi, letur pant aftur, endurgeldur tað, ið hann hevur rænt, gongur eftir boðum lívsins, so hann ger ikki órætt, tá skal hann vissuliga liva, hann skal ikki doyggja.

7
Ezekiel 33:16 Ezekiel

Eingin av syndunum, ið hann hevur gjørt, skal verða honum tilroknað; rætt og rættvísi hevur hann gjørt, hann skal vissuliga liva.

7
Ezekiel 33:17 Ezekiel

Og so siga landsmenn tínir: „Atburður HARRANS er ikki rættur!“ Men tað er atburður teirra, ið ikki er rættur!

7
Ezekiel 33:18 Ezekiel

Táið hin rættvísi vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal hann doyggja.

7
Ezekiel 33:19 Ezekiel

Og táið hin gudleysi vendir við frá gudloysi sínum og ger rætt og rættvísi, skal hann liva.

7
Ezekiel 33:20 Ezekiel

Og tó siga tit: „Atburður HARRANS er ikki rættur!“ – Eg skal døma tykkum, hvønn eftir atburði hansara, hús Ísraels.

7
Ezekiel 33:21 Ezekiel

Tólvta árið eftir at vit vóru herleidd, tann fimta í tíggjunda mánaði, kom til mín ein, sum flýddur var úr Jerusalem, og segði: „Staðurin er tikin!“

7
Ezekiel 33:22 Ezekiel

Men hond HARRANS var komin yvir meg um kvøldið, áðrenn hesin, sum flýddur var, kom, og Hann læt upp munn mín, áðrenn hann kom til mín um morgunin; muður mín varð upplatin, so at eg var ikki málleysur longur.

7
Ezekiel 33:23 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

7
Ezekiel 33:24 Ezekiel

Menniskjasonur! Teir, sum búgva millum toftirnar har í Ísraelslandi, siga: „Ábraham var ikki meir enn ein, og hann fekk landið at eiga; vit eru nógvir – vit hava fingið landið í ogn!“

7
Ezekiel 33:25 Ezekiel

Sig tí við teir: So sigur Harrin HARRIN: Tit eta kjøt við blóðinum í, lyfta eygunum til avgudar tykkara og úthella blóð – og so skuldu tit fingið landið at átt!

7
Ezekiel 33:26 Ezekiel

Tit líta á svørð tykkara, tit gera tað, ið viðurstyggiligt er, og gera konurnar óreinar hvør hjá øðrum – og so skuldu tit fingið landið at átt!

7
Ezekiel 33:27 Ezekiel

So skalt tú siga við teir: So sigur Harrin HARRIN: So satt sum Eg livi – teir, ið búgva millum toftirnar, skulu vissuliga falla fyri svørði; tann, ið á markini er, gevi Eg hinum villu dýrunum til føði, og teir, sum í fjallaborgunum og hellunum eru, skulu doyggja av pest.

7
Ezekiel 33:28 Ezekiel

Eg skal gera landið oyðið og tómt, og úti skal vera við stolta veldi tess; fjøll Ísraels skulu liggja oyðin – eingin skal ganga um tey.

7
Ezekiel 33:29 Ezekiel

– Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg geri landið oyðið og tómt – aftur fyri alt tað viðurstyggiliga, ið tey hava gjørt.

7
Ezekiel 33:30 Ezekiel

Men tú, menniskjasonur! Landsmenn tínir tosa um teg undir veggjunum og í húsdurunum og siga hvør við annan: „Komið og hoyrið, hvat tað er fyri orð, ið út gongur frá HARRANUM!“

7
Ezekiel 33:31 Ezekiel

So koma teir til tín í stórum flokkum og seta seg framman fyri teg – sum fólk Mítt – og hoyra orð tíni; men teir gera ikki eftir teimum, nei, tað, ið teimum líkar, gera teir, og eftir vinningi tráar hjarta teirra!

7
Ezekiel 33:32 Ezekiel

Og tú – tú ert teimum sum ein, ið hevur gott mál og spælir væl og kvøður kærleiksvísu – teir hoyra víst orð tíni, men teir gera ikki eftir teimum.

7
Ezekiel 33:33 Ezekiel

Men táið tað kemur – ja, og tað kemur! – skulu teir sanna, at profetur hevur verið millum teirra!

7
Ezekiel 3:17 Ezekiel

„Menniskjasonur! Eg havi sett teg húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær.

6
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið

Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.

5
Fyrsta Mósebók 6:5 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.

4
Fyrsta Mósebók 6:6 Fyrsta Mósebók

Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum.

4
Fyrsta Mósebók 6:7 Fyrsta Mósebók

Og HARRIN segði: „Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!“

4
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók

– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.

4
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.

4
Fyrsta Mósebók 6:10 Fyrsta Mósebók

Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet.

4
Fyrsta Mósebók 6:11 Fyrsta Mósebók

Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.

4