útvaldu
10 versir um "útvaldu"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 1:4 Efesusbrævið
eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heilag og ólastandi fyri ásjón Síni!
Efesusbrævið 1:5 Efesusbrævið
Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns
Lukas 18:7 Lukas
Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu Sínum at fáa rætt, teimum, ið rópa til Hansara dag og nátt, og er Hann seinur, táið tað viðvíkur teimum!
Jóhannes 6:44 Jóhannes
Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Rómverjabrævið 8:29 Rómverjabrævið
Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.
Jóhannes 6:37 Jóhannes
Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur.
Ápostlasøgan 13:48 Ápostlasøgan
Táið heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans; og tey tóku við trúgv, so mong sum vóru ætlað til ævigt lív.
Seinna Tessalonikabrævið 2:13 Seinna Tessalonikabrævið
Men skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan.
Seinna Timoteusarbrævið 1:9 Seinna Timoteusarbrævið
sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett Sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum,
Titusarbrævið 1:1 Titusarbrævið
Paulus, tænari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta,