útsjónd Guds
22 versir um "útsjónd Guds"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 1:12 Opinberingin
Eg vendi mær á at síggja, hvat tað var fyri rødd, ið talaði við meg, og táið eg vendi mær, sá eg sjey ljósastakar av gulli
Opinberingin 1:13 Opinberingin
og millum ljósastakarnar ein, sum líktist menniskjasyni, klæddan í fótsíðan kyrtil og við gullbelti spentum um bróstið.
Opinberingin 1:14 Opinberingin
Høvd og hár Hansara vóru hvít, sum hvít ull, sum kavi, og eygu Hansara sum eldslogi.
Opinberingin 1:15 Opinberingin
Føtur Hansara líktust skínandi málmi, táið hann er gløddur í ovninum, og rødd Hansara var sum ljóð mangra vatna.
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Ezekiel 1:26 Ezekiel
Uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra, var nakað, ið sá út til at vera av safirsteini, og sum líktist hásæti; og uppi á hesum, ið líktist hásæti, var Ein, sum av útsjónd líktist menniskja.
Ezekiel 1:27 Ezekiel
Eg sá nakað, ið líktist blonkum málmi – sum eld at síggja – við ringi av ljósi rundanum, frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og uppeftir. Men frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og niðureftir, sá eg nakað, ið sá út sum eldur, og rundan um Hann var bjart skin.
Ezekiel 1:28 Ezekiel
Eins og at síggja bogan í skýnum regndag, var at síggja skinið har rundanum. – Soleiðis sá dýrd HARRANS út – sum hon vísti seg fyri mær. Táið eg sá tað, fall eg á andlit mítt og hoyrdi rødd Eins, ið tosaði.
Dániel 7:9 Dániel
Meðan eg hugdi at hesum, vórðu stólar settir fram, og Ein, sum gamal var, settist; klæði Hansara vóru hvít sum kavi, og hárið á høvdi Hansara var sum rein ull; hásæti Hansara var eldslogar, og hjólini undir tí vóru sum brennandi eldur.
Matteus 23:28 Matteus
Soleiðis síggja eisini tit rættvísir út uttan fyri menniskjum, men innan eru tit fullir av hykli og lógloysi.
Jóhannes 4:24 Jóhannes
Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
Opinberingin 19:11 Opinberingin
Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.
Opinberingin 19:12 Opinberingin
Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur.
Opinberingin 19:13 Opinberingin
Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds.
Opinberingin 19:14 Opinberingin
Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.
Opinberingin 19:15 Opinberingin
Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.
Opinberingin 19:16 Opinberingin
Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“